Menn arbeiða meiri enn kvinnur

Sjálvt um vit telja tað sum arbeiði hjá kvinnuni, at hon tekur sær av dustsúgvingini, klædnavaskinum og matgerðini, so er tað framvegis maðurin, sum arbeiðir meiri.

Í hvussu er í Danmark.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum Rockwoolgrunnurin hevur staðið fyri, og sum meiri enn 7.000 fólk hava verið við í.

Niðurstøðan av kanningini er, at menn, sum eru millum 18 og 74 ár, arbeiða í meðal seks tímar og seks minuttir um dagin, meðan kvinnur í sama aldursbólki arbeiði fimm tímar og 43 minuttir í meðal um dagin.

Munurin er seks prosent, og ígjøgnum eitt ár merkir tað, at kvinnurnar arbeiða 17,5 dagar færri um árið enn menninir.