Menn fáa tvær ferðir so nógv í løn sum kvinnur

? hóast umleið eins nógvar kvinnur og menn fáa løn útgoldna. Tann, sum hevur pengar, hevur ávirkan, makt og valmøguleikar í lívinum, og nýtist ikki at lata tað yvir til onnur og avgera fyri seg. Løn gevur fíggjarligt frælsi ? og uttan hetta er ikki talan um veruligt frælsi, segði Turið Debes Hentze á pallborðsfundinum, sum norðurlendsku javnstøðunevndinar skipaðu fyri leygardagin.

Fríggjadagin og leygardagin høvdu norðurlendsku javnstøðunevndirnar fund á Hotel Hafnia, og seinnapartin leygardagin varð skipað fyri pallborðsfundi undir yvirskriftini "Hví fáa kvinnurnar minni løn enn menninir", har serliga spurningurin um støðuna hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum varð umrøddur.

Undir yvirskriftini "Líkaløn í Føroyum" segði Turið Debes Hentze, forkvinna í føroysku javnstøðunevndini:

Nú kvinnurnar av álvara eru komnar á arbeiðsmarknaðin hoyrast støðugt oftari røddir, sum siga, at kvinnur ikki hava somu inntøku sum menn. Tær hava lægri inntøku.

Sagt verður, at arbeiði, sum burturav verða røkt av kvinnum, sonevnd kvinnuarbeiði, eru lægri lønt enn mannfólkaarbeiði, sum tey kunnu samanberast við, um hugt verður at útbúgving, ábyrgd og arbeiðsinnihaldi. At kvinnurnar á nógv arbeiðsplássum hava lágt løntu størvini og at viðbøtur og ágóðar eru knýtt at arbeiði, sum menninir vanliga hava.

Ofta hoyrist uttan úr heimi um tøl, sum siga, hvussu stórur partur av útgoldnum lønum verður goldin til ávikavist kvinnur/menn. Lond áseta, hvussu stórur partur av útgoldnum lønum fer til kvinnur/menn. Eisini hoyrist frá fakfeløgum, sum vísa á, hvussu lønarbýtið er millum limir teirra. Somuleiðis eru arbeiðspláss, sum gera sær hagtøl yvir starvsfólk síni ? eisini gjørt upp eftir kyni.

Ymiskt er, hvat vit kunnu lesa úr hesum tølum ? hetta velst alt um, hvussu nágreinilig tey eru, og hvør ætlanin hevur verið við teimum. Tí nógv eru tey viðurskifti, sum kunnu liggja fjald aftanfyri tølini og ávirka hesi, og tá snýr seg um at kanna spurningin um líkaløn, kann hugsast sovorðið sum, parttíðararbeiði/niðursett tímatal, serliga fráveru fyri kvinnur (barnaburð og sjúkradagar hjá børnum), størv sum serliga kvinnur røkja tey mest lágløntu ? á lægri stigum, eru viðbøtur og ágóðar serliga knýtt at arbeiðum, sum vanliga menninir hava og so framvegis.

Men niðurstøðan í hesum lønarhagtølum er tó aloftast hin sama, at menninir hava tær hægstu lønirnar og fáa samlað útgoldið meiri í løn enn kvinnurnar.


Pengar merkja makt

Uppá spurningin, hví tað er so avgerandi at staðfesta, hvør hevur størri ella minni lønarinntøku, kann í stuttum sigast, at í nútíðarsamfelagnum merkja pengar ? um ein vil tað ella ikki ? makt. Tann sum hevur pengar hevur ávirkan ? og hevur valmøguleikar her í lívinum, og nýtist ikki at lata tað yvir til onnur og avgera fyri seg. Hetta er galdandi bæði í tí almenna og privata lívinum. Løn gevur fíggjarligt frælsi ? og uttan hetta er ikki talan um veruligt frælsi. Og tað er ikki líkamikið, hvør lønin er.

Ein størri javnvág í lønarútgjaldingum til kvinnur og menn og javnari býti av hægri og lægri løntum størvum millum kvinnur og menn, er tekin um betri býti av samfelagságóðanum.

Nágreinilig tøl um lønarútgjaldingar siga ein hóp um samfelagsmynstrið: talið av kvinnum/monnum í lønandi vinnu, tíðina sum nýtt verður í lønandi vinnu. Tølini siga nakað um tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, um hvørji størv kvinnur og menn hava, hvørja inntøku størvini geva, og hvørji størv geva tær hægstu inntøkurnar, viðbøtur og ágóðar knýttir at ávísum arbeiði o.s.fr.

Tað er tíverri ikki gjørligt enn í Føroyum við tølum at vísa á, hví kvinnurnar fáa nóg minni útgoldið í løn enn menninir. Tað vit vita er, at menninir fáa tvær ferðir, dupult so nógv, útgoldið í løn sum kvinnurnar, hóast umleið eins nógvar kvinnur og menn fáa løn útgoldna.

Javnstøðunevndin hevur gjørt ein faldara og har eru upplýsingar grundaðir á almenn hagtøl. Hagtølini vísa inntøkuna hjá kvinnum og monnum innan ymiskar vinnugreinir. Men um tað snýr seg um fullan arbeiðsdag ella parttíðarstarv vita vit ikki. Heldur ikki vita vit, hvørji arbeiðini eru, heiti á teimum ella aðrar bólkingar, og heldur onki er um lønarásetingar, viðbøtur, ágóðar og tílíkt fyri tey einstøku arbeiðini.

Mær kunnugt finnast ikki tøl á privata arbeiðsmarknaðinum, sum samanbera til dømis, hvat ein kvinna fær, sum arbeiðir fulla tíð, t.d. á einum fiskavirki, í mun til ein mann, sum arbeiðir innan sama sáttmálaøki við nøkulunda sama arbeiði.

Vit kunnu hava gitingar um viðbøtur o.t., sum fylgja ávísum uppgávum, og um ávís størv, sum eru hægri lønt enn onnur, sum tey eiga at kunna samanlíknast við og hava hugsanir um, hvør ofta hevur hesi arbeiði, og tí eisini hevur størri inntøku, men tøl finnast ongin.

Her er avgjørt ein uppgáva fyri fakfeløgini at fara undir. Samstundis kann eg vísa á, at í javnstøðulógini stendur, at sáttmálar, sum ikki lúka regluna í lógini um "somu løn fyri sama arbeiði ? ella arbeiði av sama virði" ikki hava gildi fyri henda partin.

Vit hava tó nøkur tøl ? á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Herfyri vórðu tøl frá starvsmannafelagnum almannakunngjørd, sum siga, at í teimum lægstu lønarbólkunum (7.-11) er 81% kvinnur og 19% menn. Í teimum hægstu lønarbólkunum (21.-40.) er júst øvugt, her eru 71% menn og 29% kvinnur. Og hesi tøl eru gjørd upp sum ársverk, sum vísa umleið eins langan arbeiðsdag fyri kvinnur og menn. Hagtøl, sum hesi geva høvi til at seta spurning, hví so er, um hetta eigur at vera so, og um ikki, hvussu kann tað broytast.

Hetta eru fyrstu almennu tølini fyri almenna arbeiðsmarknaðin, sum veruliga siga nakað um kynsbýtið innan hetta økið. Hetta er ein góð byrjan.

Grannalondini eru komin longur enn vit, og arbeiða støðugt við evnum um líkaløn. Tað er við at lurta eftir teimum, at vit fáa størri vitan og innlit í, hvat tað merkir, at fáa líka løn og her serliga at leggja merki til, at eins løn skal krevjast ikki bara fyri " sama arbeiði, men eisini fyri arbeiða av sama virði".