Menn og kvinnur stima til Vestmanna í mai 2003

TíÐindaskriv frá Vestmanna Kirkjukóri og VÍF

»Tað var festligt í Vestmanna í Mai 2003«, soleiðis ætla vit at fólk skulu hugsa tá majmanaði 2003 er at enda komin. Tí eftir ætlan verður nógv virksemi í Vestmanna tá, har Kirkjukórið og VÍF fara at skipa fyri ymsum tiltøkum.
Kirkjukórið hevur ætlanir um at fara uttanlands á konsertferð, eftir væleydn-aðu konsertferiðina í Íslandi seinast summar. Hesaferð gongur leiðin til Ålands við uml. 70 fólkum í ferðalagnum.
Felags fyri Kirkjukórið og VÍF er, at tey umboða Vestmanna bygd ógvuliga væl. Kirkjukórið, ið er mannað við konufólki, hevur verið ógvuliga aktivt seinastu árini og áhugin fyri at syngja í kórinum er stórur. Einar 40 konur og gentur mannað kórið, ið er stjørnað av Erlu Olsen.
VÍF er eitt av stóru ítróttarfeløgunum í landinum VÍF hevur lið við í mestsum øllum hondbólts-deildunum, umframt at barna deildirnar í badminton eru væl mannaðar. Herafturat kemur so kappróðurin, har VÍF hevur 3 bátar - 10-. 6- og 4 mannafar. Ætlanin er at fáa nýtt 4-mannafar til komandi kappingarár. VÍF er eisini í ferð við at byggja nýtt kappróðrarneyst, ið varð innilokað í summar.

Keyps- og sølustevnu (relaterað til børn, ung og kvinnur)
Fyri at reka felagasskapir sum okkara fíggjarliga, er neyðugt at skipa fyri tiltøkum, ið kunnu kasta eitt sindur av sær. Í hesum sambandi verður farið undir keyps- og sølustevnu í Ítróttarhøllini í Vestmanna, vikuskiftið 2 - 4 maj 2003. Hendan keyps- og sølustevnan er ætla at verða eitt sindur øðrvísi enn aðrar sølustevnur, við tað at hon skal relaterað til børn, ung og kvinnur, soleiðis at framsýnararnir fyri stórstan partin verða teir, ið selja barna- og vónarklæðir, barnaútgerð, leikur, o.l., umframt at peningastovnar og tryggingar kunnu upplýsan um barna- og ungdómsuppsparingar/ tryggingar. Eisini er ætlanin at skipa fyri tombola og matsølu v.m. hesar dagar.

Longu stórur áhugi fyri keyps- og sølustevnuni.
Í samband við keyps- og sølustevnuna, er longu stórur áhugi, men í næstum verður fari at senda handlum og fyritøkum innbjóðing at verða við og kostnað fyri ferðmeturin, men av tí, at vit neyvan fara at finna øll, ið kundu hugsa sær at veri við, kunnu áhugaði, longu nú, boða frá luttøku, við at ringja til Jógvan Sigurd Poulsen 26.45.39 ella Birgir Waag Høgnesen á tlf. ella 22.15.77

Bátastevnuni "Kjalarvatn"
Um hálvan maj verður so skipað fyri Bátastevnuni "Kjalarvatn" og Country dansi, ið eftir ætlan skal verða eitt árligt afturvendandi tiltak. Hendan stevnan sum "Undirhúsið" skipaði fyri, saman við VÌF, varð roynd fyrstu ferð í maj í ár og var hon sera væl eydnað.
Nógvar áheitanir eru komnar um at royna tiltakið aftur komandi ár og er ætlanin at gerða meira burturúr hesafer, við at skipa fyri fleiri tiltøkum, soleiðis at tiltakið kemur at berða brá av eini bygdastevnu, ið skal verða fyri øll, bæði bátaáhugaði og onnur.
Meira verður at frætta um Bátastevnuni "Kjalarvatn" seinri.