Nýggja skaldsøgan hjá Hanne-Vibeke Holst, Kongemordet, er møguliga ein lyklaskaldsøga við støði í nýligum hendingum í donskum politikki. Í øllum førum verður dúgliga gitt, um ikki offrið er Poul Nyrup Rasmussen og um tað kanska er Mogens Lykketoft, sum hevur lagt rygg til lýsingina av politiska drápsmanninum.
Linda, sum í meir enn 30 ár hevur verið gift við fyrrverandi fíggjarmálaráðharranum Gert Jakobsen, situr valkvøldið í 2001 og eygleiðir skriðuna til høgru í sjónvarpinum. Bert við at kveita at myndini sær hon, at maður hennara, annars kendur sum gløggasti ideologurin í Sosialdemokratiska flokkinum, hevur sett sær fyri at oyðileggja sín floksfelaga Per Vittrup og kanna sær sjálvum formanssessin. Hon sær tað, tí hon sjálv øll hesi árini hevur latið seg eyðmýkja bæði kropsliga og sálarliga av valdssjúka manninum. Drívmegin í Kongemordet er henda dupulta lýsingin av kvinnuni, sum elskar ov nógv, og manninum, sum hevur vald á øllum uttan sær sjálvum.
Eins og Kongekabale hjá Niels Krause Kjær, vísir Kongemordet, at valdsspælið í donskum politikki kann skapa spennandi søgur. Um tað eisini kann skapa stóra skaldsliga list er heldur meir ivasamt.