Á markinum millum Finnland og Russland í gjár: Her er stór bilrøð, har russar vilja rýma úr landinum, tí teir vilja ikki gerast partur av russisku krígsførsluni og ørskapinum í Ukraina.

Menn royna nú at flýggja úr Russlandi

Tíðindastovan BBC veit at siga, at nógvir russiskir menn leita eftir kreativum loysnum fyri at umgangast hertænastu.

Á markinum millum Finnland og Russland í gjár: Her er stór bilrøð, har russar vilja rýma úr landinum, tí teir vilja ikki gerast partur av russisku krígsførsluni og ørskapinum í Ukraina.

Eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur boðað frá, at hann í fyrstu syfti vil hava 300.000 herfólk aftrat til kríggið í Ukraina, royna nógvir ungir menn at sleppa sær burtur úr Russlandi, tí teir vilja ikki vera partur av hesum ørskapi hjá forseta landsins.

 

Í onkrum evropeiskum londum hevur kjak eisini tikið seg upp um, hvørt londini skulu taka ímóti russiskum monnum, sum ikki vilja í kríggj. Í Týsklandi sigur ein stjórnartalsmaður við Reuters, at russiskir menn eiga at kunna koma til eitt nú Týsklands.

 

Menn rýma úr Russlandi fyri at umgangast at vera innkallaðir til hertænastu og soleiðis verða sendir til hermótini í Ukraina. Lond, sum í løtuni ikki hava krav um visum til russiskar ríkisborgarar, eru eitt nú Turkaland, Georgia, Armenia og Montenegro.

 

Longu mikudagin vóru einvegis ferðaseðlar úr Russlandi útseldir, men í Kreml halda tey, at fráboðaninar um russiskar menn, sum vilja flýggja úr Russlandi, eru yvirdrivnar.

 

Stutt eftir røðuna, sum russiski forsetin helt í vikuni, har hann boðaði frá, at 300.000 menn aftrat nú skulu innkallast til hertænastu, byrjaðu russiskir menn at fáa brøv í postinum, sum krevja teir í hertænastu.

 

Frammanundan hevur verið sagt, at stórur partur av russiska herfólkinum, sum berjist og doyr í Ukraina, eru úr fátøkum økjum í Russlandi - og langt burtur úr stórbýunum, sum eitt nú Moskva og St. Pætursborg.

 

Fleiri altjóða miðlar hava skift orð við ungar russiskar menn, sum antin eru rýmdir úr landinum - ella hava fingið innkalling, men eingin teirra vil endurgevast við fullum navni av ótta fyri avleiðingum.

 

- Tá innkallingin kemur, hevur tú tvey val: Goym teg - ella doyggj, sigur ein ungur russiskur maður við belgisku ávísina, Het Laatste Nieuws.

 

Ein annar maður í Moskva, sigur við somu ávís, at tveir av hansara starvsfeløgum í vikuni vórðu heintaðir á arbeiðsplássinum og sendir til hermótið í Ukraina.

 

Í Russlandi hava verið stór mótmæli ímóti fráboðanini hjá Vladimir Putin, forseta, og higartil eru fleiri enn 1300 fólk handtikin av løgregluni. 

 

##med2##

 

Russiska ávísin, Meduza, hevur skift orð við fleiri ungar menn, eitt nú 29 ára gamla, Nikita, sum ætlar sær at rýma úr Russlandi.

 

- Men, eg havi hvørki pengar ella pass. Foreldur míni vilja hjálpa mær, men tey eru heldur ikki rík. Eg fari at krógva meg, tí eg vil ikki í kríggj. Í ringasta føri skeri eg ein fingur av mær, sigur hin 29 ára gamli. 

 

Aleksej er 22 ára gamal, og hann ætlar sær eisini úr Russlandi.

 

- Verjumálaráðharrin sigur, at teir fara ikki at krevja studentar til hertænastu, men hesum trúgvi eg ikki. Yngri bróðir mín verður 18 í morgin, og hann er í panikki. Eg veit ikki, um eg verið verandi í Russlandi. Hóast teir reisa 10 revsimál ímóti mær, fari eg ikki í kríggj.

 

Aleksej leggur aftrat, at hann er ikki liðugur við sína útbúgving, og tí veit hann heldur ikki, hvat hann kann gera í einum øðrum landi.

 

- Eg tók lut í mótmælisgonguni mikudagin, og vit vórðu tikin á løgreglustøðina. Knappliga kom ein krígsovasti við einari innkalling, og eg svímaði. Sjúkrabilurin kom. Men, áðrenn sjúkrabilurin kom, náddu teir at fáa fylt út innkallingina, sigur hin 22 ára gamli við ávísina.

 

##med3##

 

24 ára gamli, Nikolai, sigur, at hann vil ikki í kríggj:

 

- Mamma mín sigur, at her liggur ein sektarábyrgd, men eg vil ikki í kríggj, tí hetta er hin vísi deyði. Eg eri ikki áhugaður í politikki. Eg eri ein vanligur sivilur maður, sum ikki hevur áhuga í hesum, sigur hann.

 

Men, klokkan 04 um morgunin komu tvær kvinnur á dyrnar og lótu fosturpápanum hjá Nikolai eina innkalling, og hann noyddist at møta klokkan 07 morgunin eftir.

 

Tíðindastovan BBC veit at siga, at nógvir russiskir menn nú leita eftir kreativum loysnum fyri at umgangast hertænastu. Ein maður úr Kaliningrad sigur við tíðindastovuna, at hann er til reiðar at bróta arm, bein ella enda í fongsli fyri at sleppa undan hertænastu.

 

 

 

Á markinum millum Finnland og Russland í gjár: Her er stór bilrøð, har russar vilja rýma úr landinum, tí teir vilja ikki gerast partur av russisku krígsførsluni og ørskapinum í Ukraina.