Menna arbeiðið í fólkaskúlanum

Í heyst ber til á fyrsta sinni at søkja stuðul úr fólkaskúlagrunninum, hvørs endamál er at kveikja og menna arbeiðið í føroyska fólkaskúlanum


 

GRUNNUR

Mentamálastýrið hevur samtykt viðtøkur um fólkaskúlan við heimild í grein 66a í løgtingslóg frá 20. juni 1997 við seinni broytingum um fólkaskúlan.

Endamálið við grunninum er at veita granskingarstyrk til verkætlanir í námsfrøði. Grunnurin, ið er sjálvsognarstovnur, skal serliga stuðla verkætlanum, sum kveikja og menna arbeiðið í føroyska fólkaskúlanum. Trý fólk stjórna grunninum. Tey eru formaðurin í Føroya Lærarafelag, sum er Elsa Birgitta Petersen, borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, sum er Jan Christiansen, og deildarstjórin í Fólkaskúladeildini í Mentamálastýrinum. Hesin verður stýrisformaður. Deildarstjórin í Fólkaskúladeildini, Hensar Ellingsgaard, fer nú frá fyri aldur. Søkt verður eftir nýggjum deildarstjóra í bløðunum.

Stovnsfæið í fólkaskúlagrunninum er umleið hálv onnur millión krónur. Hetta er tann ogn, sum á stovningardegnum er í føroyskum og donskum peningastovnum undir heitinum Færø Amts Skolefond og Færø nedlagte skoles legat. Grunnurin kann søkja sær fíggjarstyrk aðrastaðni.

Grunnurin kann veita stuðul, ið er 75 prosent av teirri virðisøking, sum stendst av rentuskriving, vinningsbýti og tílíkum í undanfarna tvey ára skeiði.

Avgjørt er, at lýst skal verða um stuðulsmøguleika úr omanfyri nevnda grunni á fyrsta sinni á heysti 2001.