Menning av føroyskum barnatilfari og SavnsGull raðfest á fíggjarlógini

Millum raðfestingarnar á mentanarøkinum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 hevur landsstýrið lagt serligan dent á føroyskt barnatilfar og verkætlanina, SavnsGull.

Tíðindaskriv:

 

Endamálið er bæði at tryggja, at føroyskt mál verður virkið og nútímans í øllum miðlum, og at søguligt tilfar, sum er partur av okkara mentanararvi, verður varðveitt og gjørt atkomuligt fyri almenninginum.

 

Ein av raðfestingunum er, at Kringvarp Føroya fær eina játtan í 2026 áljóðandi 1 mió. kr. til at keypa rættindi til barnatilfar, sum kann verða týtt til føroyskt. Hetta er liður í arbeiðinum at tryggja, at børn í Føroyum fáa atgongd til dygdargott tilfar á egnum máli, sum er við til at styrkja málkunnleikan og málsliga samleikan hjá børnunum.

 

Eisini eru 3 mió. kr. játtaðar til talgilding, útgerð og víðarimenning av app hjá Kringvarpinum til føroyskt barnatilfar. Hetta skal gera føroyskt tilfar meiri atkomuligt og brúkaravinaligt á talgildum pallum, har familjur kring landið í enn størri mun kunnu síggja og lurta eftir barnatilfari á føroyskum máli á sínum egnu tólum.

 

Harumframt verður játtanin til SavnsGull hækkað við hálvari millión. Tað fer at geva møguleika fyri at fara undir næsta stig í arbeiðinum at gera Kringvarpssavnið alment atkomuligt.

 

Alt tað eldra tilfarið í Kringvarpinum er nú talgilt og skrásett – t.e. yvir 500.000 pappírsskjøl, stívliga 30.000 ljóðbond og umleið 13.000 videobond. Næsta stig í SavnsGull-verkætlanini er at útbyggja undirstøðukervið, framleiða metadata og at gera neyðugar avtalur um rættindi, soleiðis at tilfarið kann latast upp fyri almenninginum. Við hækkaðu játtanini er ætlanin at fara undir hetta arbeiðið longu í 2026.

 

– Við hesum raðfestingum eru vit við til at tryggja framtíðina hjá føroyska málinum, og at okkara felags mentanararvur verður varðveittur og gjørdur atkomuligur fyri øllum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

 

Tað hevur alstóran týdning, at børn og vaksin kunnu uppliva og hoyra føroyska málið á nýggjum miðlum og í søguligum tilfari, sum er ein týðandi partur av okkara samleika.