Útferð
Trý ungfólk í aldrinum 12 - 15 ár fóru í gjár saman við einum leiðara á altjóða ungdómslegu í Ringkøbing í Vesturjyllandi. Tað er Reyði Krossur Føroya, sum skipar fyri ferðini úr Føroyum.
Í Danmark er tað eisini Reyði Krossur, sum skipar fyri leguni. Hon verður hildin í samband við, at Reyði Krossur í Ringkøbing hevur virkað í 100 ár á staðnum.
Á leguni, sum er frá 17. til 25. juli, fara menningartarnað úr 14 londum at hittast. Tey verða upp til trý úr hvørjum landi, eins og tey eru úr Føroyum.
Luttakararnir fáa høvi at uppliva ymiskt á leguni. Millum annað verða útferðir gjørdar, eitt nú í Legoland, eins og tey eisini fáa vitjan av løgreglufólki á rossabaki, sigur Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi í samband við, at føroysku luttakararnir fóru avstað í gjár.
At Reyði Krossur Føroya sendir hesi fólkini á legu, er eisini eitt íkast til, at foreldur og onnur avvarðandi trygt kunnu lata tey fara út at ferðast.
Ferðaleiðari er Diana Mouritsen, sum er samarittur hjá Reyða Krossi Føroya og hevur arbeitt við menningartarnaðum fólki. Hon lesur í løtuni pedagogikk í Århus, men er í Føroyum i summarfrí.
Part av hesi summarfrí síni brúkar hon so - sjálvboðin - upp á at fara við hesum ferðalagnum til Danmarkar.
Tiltakið verður fíggjarliga stuðlað av Atlantic Airways, Jólamerkjagrunninum, Frímerkjadeildini og Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sum Reyði Krossur takkar fyri stuðulin, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Reyði Krossur lýsti fyrr í mánaðinum við einum tiltaki í Vágsbotni, har millum annað var ætlanin at hava bókatombola. Tað tiltakið varð útsett, men veðrur hildið komandi leygardag ístaðin.
So leygardagin tann 21. juli fer at bera til hjá fólki at stuðla Reyða Krossi Føroya, sum fer at hava loppumarknað og tombola í Vágsbotni frá klokkan 11 fyrrapartin til klokkan 17 seinnapartin.