Tey menningartarnaðu í Føroyum hava ikki tryggjað mannarættindi. Hetta staðfestir fyrrverandi forkvinna í Javna á altjóða degnum fyri mannarættindi
Sosialurin hevur í dag samrøðu við fyrrverandi forkvinnuna í Javna, Dianu í Puntabyrgi. Hon stúrir fyri framtíðini hjá sínum børnum, sum hava menningartarn. Tí hóast Javni aftur og aftur hevur víst á manglandi lógarverki, so er einki hent.
Diana í Puntabyrgi kemur við sínari meting, eftir, at Sosialurin í seinastu viku varpaði ljós á manglandi rættartrygdina hjá menningartarnaðum í Føroyum, her vit hava verjulóg frá 1922 og annars ongar lógir sum tryggja menning fyri tann einstaka menningartarnaða.
Meðan fólk við menningartarni í okkaragrannalandi eru umfataði av lógum, sum geva teimum møguleika at hava stuðul og verju á júst teimum økjum, sum tey ikki sjálvi makta, so er einasti møguleiki í Føroyum ein ómynduggering, sum umfatar allan myndugleikan restina av lívinum hjá tí einstaka.
Samskiparin í Amnesty Føroya Deild, Elin Mortensen, sigur, at Amnesty í Føroyum ikki hevur arbeitt serstakliga við korum hjá brekaðum, tí at tveir felagsskapir gera eitt stórt arbeiði á hesum øki í Føroyum.
- Men um so er, at felagsskapirnir
hava brúk fyri stuðli, vil Amnesty sjálvandi fegin at stuðla teimum í teirra arbeiði.
Um tað verður neyðugt, fer Amnesty at heita á myndugleikarnar um, at altjóða sáttmálin um rættindi teirra brekaðu, Convention on the rights of Persons with Disabilites, verður settur í gildi og at málini verða implementaraði, sigur Elin Mortensen, samskipari í Amnesty Føroya Deild