Títtleikin av sálarligum líðingum millum menningartarnað er høgur, evnið er viðkvæmt at tosa um, og vitanin um økið er lítil og avmarkað. Foreldur og onnur avvarðandi eru hjálparleys, og starvsfólk og yrkisbólkar, ið eru um menningartarnað somuleiðis. Kanningar vísa, at triða hvørt fólk, ið er menningartarnað, fær sálarligar atferðartrupulleikar. Sætta hvørt fólk fær sálarliga sjúku, og tey veikastu eru tey, sum fáa størstu frávik í atburðinum.
- Sum foreldur kendu vit okkum hjálparleys, tá ið børn okkara fingu sálarligar trupulleikar at stríðast við. Vit royndu at fáa størri vitan fyri at kunna hjálpa og stuðla, og tað hevur verið ein styrki, sigur Diana í Puntabyrgi, ið eigur børn, sum eru menningartarnað. Hon hevur í nógv ár verið virkin í arbeiðnum hjá Javna, og mánakvøldið hevði hon fyrilestur um menningartarnað við sálarligum breki á Hotel Hafnia í sambandi við aðalfundin hjá felagnum. Nógv fólk, ið dag og dagliga eru um menningartarnað, hoyrdu fyrilesturin, og tað fegnast Diana í Puntabyrgi um, tí sum hon sigur, eru foreldur og starvsfólk mangan í somu støðu hesum viðvíkjandi.
Eingin servitan
Hóast tølini eru høg, er vitanin í Norðurlondum um hesi viðurskifti, ógvuliga lítil.
- Ein orsøk meti eg er, at ov fáir læknar velja sær "oligofrenipsykiatri" sum serøki. Støðan verður ikki betri, tá ið vit samstundis vita, at pedagogiska útbúgvingin ikki er málrættað til sálarligar sjúkur eisini. Tí er vandin stórur fyri, at sálarligir trupulleikar gerast til sálarligar sjúkur við óhepnum avleiðingum.
- Eg vóni, at vit í Føroyum koma longur, bæði viðvíkjandi gransking og viðgerð av menningartarnaðum, ið hava sálarligar trupulleikar. Tað er umráðandi, at vit fáa servitan á økinum í Føroyum, soleiðis, at menningartarnað ikki noyðast til Danmarkar at fáa viðgerð, sigur Diana í Puntabyrgi.
Góð úrslit
Í fyrilestrinum greiddi Diana í Puntabyrgi frá viðgerðarstovninum Hammer Bakker í Danmark. Hetta er ein viðgerðarstovnur fyri menningartarnað við sálarligum breki. Í viðgerðini eru psykiatriin og pedagogikkurin samantvinnað umframt, at stórur dentur verður lagdur á sálarfrøðiliga hjálp. Á Hammer Bakker búgva 12 fólk í egnari íbúð, og øll viðgerð er í samráð við serkøn fólk. Eingi býr har longur enn tað er neyðugt fyri sjúkuna.
- Á stovninum, ið er einasti av sínum slagi í Danmark, verður stórur dentur lagdur á at liva sunt. Ósunnir matvanar eru broyttir til tað betra, og áherðsla verður løgd á at røra seg nógv. Úrslitið er, at tað hevur bøtt um likamligar sjúkur, og fólk hava fingið tað sálarliga betri, sigur Diana í Puntabyrgi.
- Starvsfólk í sambýlum og vardum verkstøðum hava ikki fortreytir til at skilja broytta atferð og atferðartrupulleikar hjá menningartarnaðum, tí tey hava ikki lært um tað. Viðgerðin hevur verið heilivágur og aftur heilivágur, sum so hevur ført við sær minni góðar avleiðingar og hjáárin. Starvsfólkini á psykiatrisku sjúkrahúsunum søgdu seg vanta royndir í at eygleiða menningartarnað. Menningartarnað kunnu fáa somu sálarligu sjúkurnar sum øll onnur, men tað kann vera torført at seta tí røttu sjúkuavgerðina, tí tann sjúki kanska ikki dugir so væl at tosa.
- Á viðgerðarstovninum Hammer Bakker verður hugsað øðrvísi. Allir yrkisbólkar arbeiða tvørfakliga saman, og tað er eitt krav, at øll hava innlit í sálarliga viðgerð. Búfólkini kenna seg trygg, og nógv tíð og orka verða brúkt uppá hvønn einstakan, sigur Diana í Puntabyrgi.
Okkum tørvar eitt gott tilboð
Úrslitini, nú trý ár eru liðin síðani viðgerðarstovnurin Hammer Bakker læt upp, eru sera góð, og stovnurin er eitt eftirspurt arbeiðspláss í dag. Einki slíkt tilboð stendur menningartarnaðum føroyingum við sálarligum breki í boði.
- Okkum tørvar eitt slíkt tilboð ella í øllum førum eitt betri tilboð, enn menningartarnaðum stendur í boði í dag. Fyrr fóru menningartarnað til Danmarkar, kanska av somu orsøk. Vit eiga øll í felag at streingja á, at viðgerð fæst í Føroyum til øll fólk.
- Hammer Bakker er í mínari verð ein av sólskinsøgunum, sum hevur borið til, tí almannaverkið og politikararnir hava sæð týdningin av hesum, umframt, at starvsfólkini hava arbeitt so væl saman, víst vilja og fatan, sigur Diana í Puntabyrgi.