Í ár hevur Ingi Olsen verið venjari hjá bæði mans- og kvinnuliðnum hjá VÍF, men soleiðis verður ikki komandi kappingarár. Tað er greitt, nú VÍF í kvøld boðar frá, at nýggjur venjari er settur at venja menninar.
Tað verður Hjalmar Klein Olsen, ið skal venja mansliðið hjá VÍF. Tað skrivar VÍF á heimasíðu sínari í kvøld. Hann hevur verið partur av venjaratoyminum í ár saman við Inga Olsen, sum nú burturav fer at venja kvinnuliðið.
Hjalmar er royndur venjari, og eitt nú er hann saman við Mark Marcher eisini venjari hjá U20-landsliðnum, sum skal til EM-kapping í Makedonia í juli 2018.