Flogbóltur
Føroyska mansliðið í flogbólti spældi týsdagin móti móti Jersey, og enn eina ferð gjørdist talan um væntaða trygga føroyska sigurin.
Serstakliga í fyrsta settinum trumlaðu okkara alla mótstøðu av vegnum, og millum annað vóru teir komnir meira enn hálva leið í settinum, áðrenn Jersey vann fyrsta bóltin.
Eftir hetta settu okkara ferðina nakað niður, og av og á tóktust teir av Jersey at hóma ein møguleika fyri at vera við í dystinum. Hetta kom tó ongan tíð upp á tal, og hóast Jersey fylgdi heilt leingi við í seinasta settinum, so tóktist tað tó ongan tíð at vera nakar ivi at hóma millum føroysku leikararnar.
Tunt hjá Rúna
Ein av lyklaspælarunum á liðnum, Sigmund á Teigum, hevur seinastu tíðina drigist við ein skaða í økslini, og hevur tí ofta spart seg, tá nógv skal setast á. Í dystinum móti Jersey vísti hann tó í einstøkum førum, at rætta megin er um at koma aftur í armin, og hetta kann ikki sigast at vera annað enn hugaligt, nú stóri dysturin í bólkaspælinum stendur fyri framman.
Tann dysturin verður mikudagin, tá føroyingar skulu royna seg mótri Saaremaa, og verður hetta avgerandi fyri, hvørji mótstøðuliðini verða í hálvfinalunum.
Talan var annars um dyst nummar 25 hjá bert 20 ára gamla liðskipara okkara, Rúna Weihe. Eins og vanligt var Rúni eitt hitt stórsta álitið á liðnum, og í løtuni er ilt at síggja, hvussu føroyska liðið kundi staðið seg uttan hansara hjálp. Røddir hava enn tá verið frammi um, at Rúni er tann leikarin, sum higartil hevur sýnt besta spælið, og tá skal hugsast um, at gotlendingar hava ein svenskan landsliðsleikara, sum spælir yrkisflogbólt í Italia.