Mennirnir hjá Julian vunnu stórsigur

Christian Lamhauge Holst og Fremad Amager leiktu javnleik í dag

Julian Johnsson, høvuðsvenjari hjá Svendborg kann verða væl nøgdur við sínar spælarar í dag.

 

Svendborg, sum spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini - í 2. division vest - vitjaði Kolding IF í Jútlandi í dag, og talan gjørdist um ein knúsandi 5-1 sigur til mennirnar hjá Julian. Svendborg var á odda 1-0 í steðginum. 

 

Fremad Amager og Christian Lamhauge Holst tóku ímóti HIK - ella Hellerup, sum liðið eisini verður nevnt. Talan var um dyst í hinari triðbestu deildini, 2. division øst. Dysturin á leikvøllinum í Sundby á Amager endaði við javnleiki 2-2. Christian Møller legði Fremad Amager á odda í sætti minutti. HIK fekk tvey skjót mál í 60. og 65. minutti, men stutt undan dystarenda javnaði Johannes Blak Madsen fyri heimaliðið.

 

Fremad Amager er nummar seks við 29 stigum. 11 stig eru upp til Helsingør og Frem, sum er á odda í deildini.

 

Í sínari deild er Svendborg nummar 9 við stigum. Har eru 18 stig upp til Marienlyst, sum er á odda í deildini.