VIDEO: Mennirnir hjá Mikkjali halda uppflytingarkósina

Fredrikstad vann 2-1 á Sogndal á heimavølli í dag. Føroysku leikararnir løgdu upp til málini

Mynd: Fredrikstad Blad

Liðið sum Mikkjal Thomassen venur, og sum hevur Jóannes Bjartalíð og Brand H. Olsen í hópinum, Fredrikstad er framvegis á uppflytingarkós í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Fredrikstad vann í dag á heimavølli 2-1 á Sogndal. 

 

Tað byrjaði annars ikki væl hjá Fredrikstad, tí longu í áttanda minutti kom Sogndal á odda aftaná eitt sjálvmál.

 

Tá ein hálvur tími var farin javnaði Oscar Aga til 1-1. Brandur legði upp til málið við einum góðum innleggi.

 

Philip Sandvik Aukland skoraði sigursmálið aftaná gott frísparksupplegg frá Jóannesi Bjartalíð. Tá vóru 61 minuttir farnir av dystinum.

 

Jóannes spældi allan dystin, meðan Brandur var skiftur út tá 55 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Fredrikstad er greitt oddalið við 48 stigum. KFUM Oslo er nummar tvey við 41 stigum og Kongsvinger er nummar trý við 40 stigum. Tvey tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp í bestu deildina, so tað sær gott út hjá Fredrikstad nú sjey dystir eru eftir at leika í deildini.

 

HER  ber til at síggja 1-1 málið, ið Brandur H. Olsen legði upp til. 

 

HER  ber til at síggja sigursmálið hjá Fredrikstad, ið Jóannes Bjartalíð legði upp til. 

 

 

 

Mynd: Fredrikstad Blad