Á mentanardøgum, sum verða í Fuglafirði hetta vikuskiftið, verður millum mongu tiltøkini eisini ein forvitnislig bíbliuframsýning á Bøvegi 16.
- Her hava fólk høvi at koma inn á gólvið og bæði síggja og hoyra um serstøku samlingina av bíblium í 500 ár, verður sagt í skránni um mentanardagar.
Á framsýningini eru danskar, íslendskar og føroyskar reformatiónsbíbliur og konga- og drotningabíbliur í fimm øldir.
- Alt frá sonevndu foliobíbliuni hjá Kong Christiani III til føroysku bíbliuna, sum dronning Margreta II myndprýddi í sambandi við 1000 ára haldið fyri kristnanina í Føroyum.
Við á framsýningini eru sjálvandi eisini føroysku bíbliutýðingarnar.
Framsýningin á Bøvegi 16 í Fuglafirði verður opin í morgin, leygardagin frá klokkan 14 til 16 og sunnudagin frá klokkan 14 til 15.30.
Vit kunnu skoyta uppí, at sunnudagin klokkan 16 verður fyrilesturin - Bíblian 75 ár, Victor Danielsen og søgan handan verkið - á Bókasavninum.
Her verður tað Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi løgtings-og landsstýrismaður, sum fer at siga frá.
Á Bókasavninum er eisini stór framsýning um Victor Danielsen, lív og virki hansara - saman við nógvum forvitnisligum myndum.
- Á framsýningini eru bíbliuhandrit, skrivimaskina og ymiskt annað at síggja, verður sagt úr Fuglafirði.
In.fo fer at venda aftur til ymiskt av tí, sum verður á skránni, nú mentanardagar eru í Fuglafirði um vikuskiftið.
Skráin fyri mentanardagarnar sæst um heimasíðuna hjá Fuglafjarðar kommunu - www.fuglafjordur.fo og á Facebook-vanganum Mentanardagar í Fuglafirði.