Nýggja Mentanarhúsið í Runavík letur fyri fyrstu ferð dyrnar upp mikukvøldið, tá ið Nes Sóknar Musikkfelag skipar fyri konsert. Fyri fyrstu ferð letur nýggja Mentanarhúsið í Runavík upp fyri almenninginum, og verður tað við konsert hjá Nes Sóknar Musikkfelag. Mentanarhúsið er í skúlanum í Runavík, og byrjar konsertin kl. 19.30 mikukvøldið.
Skráin hjá hornorkestrinum verður tann sama sum til Musikkstevnuna um vikuskiftið, umframt løg hornorkestrið hevur spælt gjøgnum árið. Millum annað verða spæld duettin, Ida and Dot, við Rúna Hentze og Ken Jones á trompet og Panis Angelicus, har Laila Poulsen á trompet er solistur.
Rúni Hentze og Laila Poulsen fingu ávikavist 1. og 3. virðisløn í Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence, ið var hildin tann 18. apríl - 19. apríl í Keypmannahavn.
Ken Jones stjórnar Nes Sóknar Musikkfelag. Hetta verður eisini tað fyrsta almenna konsertin í Mentunarhúsinum í Runavík.