Áskoðarar og áhoyrarar frá Gjógv, Selatræ, Saksun og Kirkjubø og øllum búplássum innan henda kringin fingu høvi at uppliva tónleik og sjónleik á høgum listarligum stigi saman við vágafólki í Vágum.
Leygardagin byrjaði Vágakórið við várkonsert á Giljanesi. Um kvøldið framførdi Havnar Sjónleikarfelag Mammusa gras í skúlanum í Miðvági. Og sunnudagin var stórfingin fiólkonsert og upplestur á Giljanesi.
Konsertin hjá Vágakórinum var sum heild væleydnað. Fólk høvdu kanska væntað eina longri og meira fjøltáttaða skrá hjá kórinum sjálvum, men Martin Pollard, pianistur fekk høvi at hava part av skránni at spæla nakað av tí, sum hann fyri stuttum hevur spælt yviri í Australiu.
Sjónleikurin í skúlanum í Miðvági fær sera góð ummæli. Ikki minst eru áskoðararnir glaðir um, at skúlahøllin veruliga kann húsa framkomnari leiklist. Oyggin hevur fyri neyðini góðan pall til júst leiklist, og lítið er at ivast um, at pallurin í Miðvágs skúla í framtíðini kann gerast miðdepil fyri leiklistini, bæði á lokalum grundarlag og fyri alt landið. Sjálvsagt skulu ymsar ábøtur gerast, men ikki størri enn so, at bæði peningarpungurin hjá kommunui og skúlin tola tað. Ja, fyri báðar partar verður tað bert stórur vinningur.
Á Giljanesi hava vágafólk eina sera góða konserthøll, sum ætlanir eru um at pussa upp og gera hugnaliga til alføroyskar konsertir á høgum musikalskum stigi.
Orfeus konsertin sunnudagin var ein slík konsert. Listarfólkini vóru teir tríggir Sámal Petersen, violinspælari og sera dugnaligi næmingur hansara, Jón Festirstein og so Páll Danilesen, sjónleikari.
Teir spældu Bach, Blakk, Sunleif Rasmussen, Kára Bæk, Edvard Nyholm Debes og Alan Ridout.
Tað var tððiligt at fólk nutu løtuna. Onkur sat og neyt myndina hjá Ingálvi av Reyni, meðan tónarnir úr Partititu nr. 3 E-dur hjá Bach á violinini hjá Sámali Petersen fylti rúmið. Teir tríggir partarnir hóskaðu júst til tær tríggjar kvinnurnar, Ingálvur setti á løriftið fyri góðum tríati árum síðan.
Echoes of the Past hjá Sunleifi Rasmussen er frá 1992. Hetta er spennandi verk, sum eg kundi hugsað mær krevur ein góðan violinspælara sum Sámal, um tað veruliga skal koma til sín rætt. Tað er tððiligt at Bach og Sunleif eru ikki úr sama musikalska skúla, men spennandi eru báðir á hvønn sín hátt.
Duo hjá Kára Bæk er eitt sera vakurt verk, sum Sámal og Jón leikandi lætt og vakurt bóru út í salin. Serstakliga hugtakandi var at uppliva, hvusuu væl lærari og næmingur vóru samanspældir.
Bøhmerlands drotning frá 1991 hjá Kristinai Blak var nakað fyri seg. Tú væntaði at fáa okkurt kvæðakent, ment eg fann onga kvæðastrofu. Men tá tú vart sloppin úr kvæðasporinum, tú leitaði eftir, so kundi tú sita og liva við í skiftiliga tónleikinum úr gomlu violinini frá 1700 talinum.
Páll Danielsen las nú yrkingina hjá Hans Andeasi Djurhuss um piltin og reiðrið, sum Edvard Nyholm Debes hevur tema við variatiónum um (1997). Hetta stykkið dámdi mær serstakliga væl.
Seinast komu sjónleikarin og vilinspælarin á pallin at lesa upp og spæla Tarvin hjá Alan Ridout. Hetta er søgan um fitta tarvin, sum heldur vildi njóta angan av blómunum enn at berjast.
Jú, jú lukkulig gjørdust teir føroyingar, sum leitaðu sær andaliga føði vesturi í Vágum vikuskiftið 10. og 11. mai 2003.
H.J.