Mentanarligur upptúrur – fótbóltsligur niðurtúrur

Listafrøðiliga og mentanarliga var stórsligið at uppliva Rom. Í Champions League finaluni var tað bert annað liðið, sum stóð fyri tí listarliga. Mótstøðu­liðið meldaði seg úr dystinum aftaná átta minuttir

»Allir vegir føra til Rom«, sigur ein meira enn 2.000 ára gomul máliska. Aftaná at hava vitjað Rom í 6 dagar, spældi eg mær við tankanum, um ikki Rom og Toftir burdu verið vinarbýir. Tað er ið hvussu er ríkiligt við toftum, sum liggja í Rom. Navnið »Rom« hevur altíð givið eitt bergmál í hugaheiminum. Stórbærir filmar frá seinast í fimtiárunum og fyrst í sekstiárunum, so sum »Ben Hur« og »Spartacus« ristu stórbæru fornu tíðina hjá rómverjum fast í unga barnasinni. Rómverjar fylla eisini rættiliga nógv í halgubók, og er italski høvuðsstaðurin saman við grikska høvuðsstaðnum, Athen søguríkasti høvuðsstaðurin í Europa.

Tá so A-liðið hjá undirritaða, Manchester Uni­ted og B-liðið, Barcelona vunnu sær sætið í Champions League finaluni á tí olympiska leikvøllinum í Rom, so var bara rudda alt av vegnum, og fara við flogfarinum hjá SAS, fyri at kunna liggja seks nætur í Rom.

 

Fótbóltur bert ein partur

Tey ið ilskast um fótbólt vilja framhevja, at tað er rapl­andi svakt at brúka nógvan pening, bara fyri at síggja ein fótbóltsdyst. Men hvørki á túrin­um í Rom í ár, ella í Moskva í fjør, var meiningin bara at fara fyri at hyggja eftir fótbólti. Allir stórbýir eiga áhugaverd støð, sum eru verd at vitja, og tá ein er farin avstað aftur, so eigur ein enn til góðar at vitja fleiri støð í hesum stórbýum.

Tá Rom so stendur á bredd­anum – við ella uttan fótbóltsdyst – so er alneyðugt at seta sær eitt minimum av málum fyri eina ferð til italska høvuðsstaðin. Colloseum, Forum Romanum, Trevio Fontana, spanska trappan, Pæturstorgið, Vatekanið, Sixtinska kapellið, Einglaborgin o.s.fr. Listin er langur, men støðini sum eru nevnd her, eru eitt »must«. Colloseum og Forum Romanum eru merkt av tíðarinnar tonn, sum hevur bitið í skjótt 21 øldir, men tað er stórbært at skoða. Tá ein stendur inni í Colloseum renna myndirnar frá filminum hjá Russell Crowe, »Gladiator« fram fyri einum. Ferðaleiðarin nevndi eitt ótal av menniskjum, sum vóru offraði í teimum ræðu­ligu leikunum, sum fóru fram á Colloseum. Gladiatorarnir skuldu endurgeva bardagar, sum rómverska ríkið hevði verið partur av, og í øllum tí rómverska hitanum, fór kalt niður eftir rygg­inum, tá ferðaleiðarin greiddi frá tí grotesku endamáls­greinini, sum rómverjar høvdu við Colloseum á sinni.

 

Colloseum og fótbóltur

Fótbóltsdystur hevur ongantíð verið spældur á Colloseum, hvat vit vita um. Men dagarnar áðrenn Champions League finaluna, høvdu UEFA og rómverska býar­stýrið skipað soleiðis fyri, at økið kring Colloseum, var eitt Matchfestiva«-økið. Risastóra Champions League steypið – steypið við teimum stóru oyrunum – var útstillað á festivaløkinum. Tjøld við framsýningum um FC Barcelona og Manchester United og søguni hjá Champions League vóru á staðnum, um ein vildi koma í rætta stemningin í góðari tíð.

Menn, sum vóru klæddir í rómversk herklæðir royndu at bóndafanga fólk. Teir komu stórleypandi og bjóðaðu fólk at koma á mynd saman við einum sonnum rómverskum hermanni. Men vit høvdu ikki meir enn klikt myndina, so komu kravboðini: »20 euros please«. 20 evrur fyri eitt klikk, nei takk. Vit bjóðaðu bóndafangaranum fimm evrur, men hann skoytti ikki um tær, og so var bara at sleppa sær víðari.

 

Stuttliga orðaspælið

Nakrir áskoðarar hjá Manchester United dugdu kortini at spæla sær við teimum kendu rómversku máliskunum. Vit sóu United-fjepparar ganga runt við einari t-skjúrtu við einari mynd av verjukempuni hjá Manchester United, Nemanja Vidic. Á skjúrtini stóð: »Veni, Vidi, Vidic« – á latínskum máli merkir tað: »Eg kom, eg sá Vidic«. Tætt við Colloseum sóu vit eisini ein sigur­sælan United-bannara, sum reflekteraði um søguna, tá róm­verjar hertóku Brittanium. Á banaranum stóð at lesa: »AD 69 Rome invaded Manchunia, AD 2009 Manchunia invades Rome«.

Við Colloseum møttu vit eisini einum United-fjeppara, sum hevði sæð allar tær tríggjar Europa Cup finalurnar hjá Manchester United, á Wembley í 1968, í Barcelona í 1999 og í Moskva í 2008. Hann var rættiliga altráur eftir at keypa atgongumerkið frá mær, og helt, at eg átti at selt tað til hansara, tí hann var úr Manchester. 13 ára gamal skulkaði hann frá skúl­anum, fyri at kunna síggja sítt elskaða Manchester United vinna 4-1 á Benfica í finaluni á Wembley heilt afturi í 1968. Tá fekk hann stovuarrest í 14 dagar fyri at skulka frá skúlanum. Men tað var vert at líða fyri sítt elskaða Untied. Spennandi frásagnirnar vóru kortini ikki grund nokk hjá okkum til at selja eina spennandi uppliving frá okkum.

 

Sum í 1907-1993

Í tveir dagar vóru tilstandir í Rom, sum fekk ein at hugsa um rúsdrekkalógina, sum var í gildi í Føroyum, øll árini millum 1907 og 1993. Býarstýrið í Rom gav boð um eitt rúsdrekkabann, sum skuldi vera galdandi frá klokkan 17 týsdagin, og til klokkan seks hósmorgun. Almenna orsøkin segðist vera at tryggja, at friður valdaði áðrenn dystin.

Týskvøldið fóru vit ein lang­an spákitúr gjøgnum býin, og har sóu vit sjón fyri søgn, at tað gekk heldur misjavnt hjá veitingarstøðunum at halda bannið hjá rómversku býar­myndug­leikunum. Á einum veitingarstaði kundi ein bara fáa kaffidrykkir og mineralvatn, á grannastaðnum var skonkt, sum um tey ikki vistu nakað um forboðið. Aðrastaðni var forboðið galdandi fyri útlendingar, men gjarna ikki fyri italiumenn, og so slettis ikki fyri italskar kvinnur, ikki minst um talan var um vakrar, italskar kvinnur. Í hálvtannað samdøgur manglaði bara, at fólk fóru á posthúsið at loysa út. Sjálvur arbeiddi eg seks ár á høvuðsposthúsinum undir tí gomlu rúsdrekkalógini, og bleiv eg heilt nostalgiskur, um teir fornu føroysku tilstandirnar, sum lutvíst eisini høvdu funnið sín veg til Rom - also býin!

 

Sangduelur

Týskvøldið sóust nógvir fjepparar frá báðum liðum. Løgreglan tykist hava tamarhald á støðuni, og vit sóu einki ónt blóð vera útvekslað.

Komnir til Trevio Fontana – Treviokelduna fingu vit eina paradoksala uppliving. Sam­stundis sum vit stóðu og eyg­leiddu tað listarfrøðiliga meistara­verkið, sum Treviokeldan er, so fór á sjálv sama staði ein sangduelur – sangbardagi – fram millum ein flokk av Barca-fjepparum og ein flokk við United-fjepparum. Við slagsangum á enskum og katalonskum, royndu fjepparaflokkarnir at yvir­doyva hvønn annan. Ein United-fjeppari sum hevði dekan ov nógv innanborða – hóast Rom-forboðið? – var rættiliga aggresivur, men annars var talan um stuttligt argarí. Sangirnir hjá Barca-áskoðarunum vóru kortini meiri appelerandi. Teir tóku støðu í tí sum Barcelona og Barca kunna, meðan ensku slagsangirnir alt ov ofta taka støðið í, hvat ein heldur um onnur lið, enn eins egna. Fjepparnir royndu eisini at arga hvønn annan, við at rópa »Real Madrid« og »Manchester City« eftir hvørj­um øðrum.

 

Trongligt

Mikudagur var so dystardagur. Vit fóru fyrst oman í Colloseum fyri at uppliva serliga stemningin á matchfestival-økinum. Har var m.a. talan um ein serligan fótbóltsdyst við fleiri europe­iskum legendum, so sum Ian Rush, Michael Laudrup, Rui Costa, Bryan Robson, Rudi Völler, Frank Rijkaard o.ø. sum á einum lítlum avmarkaðum vølli skuldu royna seg ímóti einum italskum veteranliði.

Tá ein fer til eina stóra finalu, er umráðandi at koma til dystin í góðari tíð, fyri at uppliva hvussu stemningurin verður bygdur upp. Vit høvdu eitt talgilt atgongumerki, sum samstundis kundi brúkast sum fríur ferðaseðil til metroina, sporvagnarnir og bussarnir í Rom. Talgilda atgongumerkið kundi brúkast til hetta endamálið dagin fyri dystin, sjálvan dystardagin, og dagin aftaná dystin. Metroin í Rom er altíð ovurfylt, og líður ein av klaustrofobia, so skal ein halda seg langt burtur frá henni.

Vit koyrdu fyrsta teinin við metroini, fyri síðani at taka sporvagnin tann síðsta teinin. Var trongt í metroini, so var verri í sporvagninum. Túrurin við sporvagninum fekk ein at hugsa um djóraflutning, og triðjaklassa tok í India. Eitt bar okkum kortini uppi á tí tronga túrinum, og var tað tann rungandi sangurin hjá Barca og United-áskoðarunum. Men umborð á sporvagninum bleiv lungakapasiteturin í so trongur.

 

Við olympiska leikvøllin

Olympiski leikvøllurin í Rom var upprunaliga bygdur í 1930-árunum, sum ein partur av stóru Foro Italiano verkætlanini hjá einaræðisharranum, Benito Mussolini. Leikvøllurin var umbygdur til olympisku leik­irnar, sum vóru í Rom í 1960. Mussolini var so óður um, at liðini í Torino og Milano skift­ust um at vinna tað italska meistara­­heitið, at hann gav boð um, at øll fótbóltsfeløg í Rom skuldu leggjast saman í eitt felag. Ítróttarmálaráðharrin hjá Mussolini var kortini ein Lazio-fjeppari, og tí slapp Lazio undan at leggja saman við øllum hinum liðunum í Rom.

Um aldarskiftið var olympiski leikvøllurin aftur umbygdur. Olymp­iski leikvøllurin er snøggur, men ikki líka snøgg­ur sum Luzniki leikvøllurin í Moskva. Moskovittar dugdu eisini betur at skipa fyri finaluni, enn rómverjar. Í Moskva var frámerkingin nógv betri, enn í Rom, og tá ein kom til ta røttu seksjónina, var »linjuføringin« frá kontrolstøðunum og til siti­plássini nógv betri.

Í Rom máttu vit snúgva nakrar ferðir til vinstru og høgru, og so til vinstru aftur, áðrenn vit koma fram til rætta staðið. Komnir næstan á mál máttu vit bíða pent, tí onkur VIP-ari kom koyrandi eftir einum reyðum leypara. Slík forstýrandi element vóru heldur ikki í Moskva, tí har vórðu VIP-ararnir tiknir inn á einum serstakum øki, sum ikki breyt leiðina hjá fótbóltsfjepparunum. WC-viðurskiftini vóru heldur ikki líka nøktandi sum í Moskva, og betri pláss var fyri knøunum, tá ein sat á Luzniki leikvøllinum.

Ein hevði eina fatan av, at mosko­vittar vóru ovurstoltur um at vera vertsbýur fyri Champions League finaluna, meðan tað tóktist meira at vera ein sjálv­fylgja fyri rómverjar, at teir vóru vertsbýur fyri ítróttarligu stórhendingini.

 

Dysturin

Eitt var kortini betri á olympiska leikvøllinum, og tað var gras­teppið. Á Luzniki var eitt gras­teppið frá Slovakia lagt oman á fjórða ættarliðs graslíkisvøllin. Á olympiska leikvøllinum var talan um eitt fast inventar.

Áðrenn dystin var skipa fyri stutt­ligum kappingum, m.a. spurnar­kapp­ingum fyri at halda lagið gott á áskoðarunum. Barca og United-fjepparnir kláraðu tó í ríkiligt mát sjálvir at halda lív í stemninginum.

Loksins var klárt at byrja, sponsku meistarnir og steypa­vinnarnir, FC Barcelona ímóti ensku meistaranum, liga cup vinnaranum og heims­meist­arunum fyri felagslið, Manchester United. Hetta skuldi verða tað stóra brakið! Men annað liðið var satt at siga bara á vøllinum í átta minuttir. United byrjaði sum eitt ódnarveður, hevði nakrar málmøguleikar sum kundu givið mál, men so fær Barca sín fyrsta málmøguleika. Samuel Eto´o leggur Barca á odda 1-0 við einum góðum avriki, og satt at siga kom United ongantíð yvir hetta.

Taktiska uppleggið hjá Alex Ferguson – sum óivað var at koma á odda, og so verja og spæla kontra fyri rest – fór í knús. Og tá minsti – og besti – maðurin á vøllinum, argentinski Lionel Messi stútaði Barca á odda 2-0 var klokkan sligin. United hevði møguleikan beint aftaná at koma uppá 1-2, men aftaná tað var vatnið stongt. Barca vísti seg frá sínu bestu síðu, og teirra bóltførleiki var kappingarførur við alt annað listarfrøðiligt vit sóu í Rom. United vóru skelkandi vánaligir og óenskir í sínum spæli.

At enda sat ein og bara vónaði, at teir fóru at spæla »kick and rush« – bara fyri at gera okkurt, men teir vóru slignir uppá tekniskt »knock out«. Betra liðið í 82 minuttir vann á liðnum, sum bara var betri í átta minuttir. Og enn siti eg og ivist, um Wayne Rooney var við í dystinum. Men eg havi hoyrt aftaná, at hann byrjaði inni.

Finalan í Moskva var eitt nógv størri fótbóltsupplivilsi, tí tá vóru tvey góð lið á vøllinum, og tá var stórur dramatikkur við bæði umdysti og brotssparkskapping.

Dagin eftir finaluna vóru vit í Vatikaninum. Alex Ferguson er katolikkur, og eg royndi at kanna um hann var har. Ferguson var ikki har, men vónbrotnir írskir, ungarskir og føroyskir United-fjepparar, sum suffaðu um mangl­andi avrikið hjá Manchunia í Roma.

Føroysku fjeppararnir høvdu ein góðan túr í Rom, har teir skoð­aðu mangan søguligan, mentanarligan og listarfrøðiligan vakurleika, men finalan í Champions League var »Barca, Veni, Vedi, Vichy« – Barca kom, sá og sigraði.