Í komandi viku er árliga Mentanarnáttin á Tvøroyri aftur á skránni. Hetta tiltak, ið byrjaði uml. 2011, er vaksið ár undan ári og hevur ment seg til at vera størsta, einkultstandandi mentanartiltak í Suðuroynni.
Aftur í ár er skráin á tremur við áhugaverdum tiltøkum, bæði til stór og smá, ung og eldri. Tvøroyrar kommuna hevur nógv gott at bjóða uppá og júst henda dag lata sera nógv fólk eina hjálpandi hond, fyri at vísa hetta og skulu tey hava stóra tøkk fyri tað.
Seinastu mongu árini hevur Mentanarnáttin verið avbera væl vitjað og tað er okkara vón, at soleiðis verður tað eisini í ár.
Talgilda skráin er tøk og sæst her Mentanarnáttin 2026. Prentaða skráin verður í løtuni prentað og so verður hon borin út til øll húsarhald í Tvøroyrar kommunu, í komandi viku. Harafturat verða nøkur eintøk løgd út kring alla oynna, á viðkomandi støð.
MENTANARTILTØK ÍGJØGNUM VIKUNA
Sum sæst í skránni, so eru eisini tiltøk á skránni tórsdag og leygardag. Yvir tíð er ætlanin leggja fleiri tiltøk afturat, í vikuni har Mentanarnáttin er.










