Mentanarstevnan og fólkafundur á Skarðinum í Fuglafirði

Frits Johannesen í Fuglafirði hugleiðir um fólkafundin á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellur seinasta sunnudag og um konsertina við Elsa Waage í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Dagsløtan á Skarðinum 4. august í ár var sum spegilsblankt vatnskin á Pollinum. Nei, ymist er hvussu løturnar fara. Skiftið millum ljós og myrkur kenna vit.. Munurin er tann, at ljósið er drúgvari á sumrið enn á hávetri, ella at myrkrið er drúgvari á hávetrið enn á hásumrið. Men úr øllum hesum meldri eru orðini úr Gamla Testamenti: Sum dagur tín er, skal styrki tín verða.
Ljós og myrkur berjast uttanfyri og innast í hugfari tínum. Her eru lunnbøtur og lunnar, sum tíðum slítast av inn- og útsúði av kveistrandi sálardráttum í sjóðandi alduspæli niðri við sálarinnar sævarklett. Dism og dust í fjallakrúnunum ovast uppi nartla av vindbarduum sálarsteinum, ið liggja hjartarótini næst.
Hóast mjørkakógvin lá niður ímóti bøgørðunum, tóku fólk seg niðanfrá - niðan á Skarð sunnudagin 4. august. Tey, sum fóru til gongu , vóru løtt í sinni, tí ljósar summarløtur høvdu teir seinastu dagarnar verið millum Skarðið og Lorvíksfjallið. Sum dagur tín er?.
Randi hjá Sigurdi - Randi Vang, helt frálíka røðu uppi á Skarðinum henda dag, og Elsa Waage sang sum ein Erla kongsdóttir við driftini vel niðast við sjóvarmálan - í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Randi stóð á Skarðinum , ljóshærd og snøgg - lyfti orðið upp um fjallagreinirnar og setti spjaldur á fragdarløtuna í poetiskum vendingum, sum gagnaðist okkum stak væl.
Randi, uppvaksin í Fuglafirði, spurdi . »Hvat .- hvør kom av Skarðinum?«? Fólk og seyður. Ja, og vindurin ? »ja, vindurin kom av Skarðinum,« segði Randi?

No one can tell me,
Nobody knows,
Where the wind comes from,
Where the wind goes.
(A. A. Milne: Spring Morning)

Vindurin? ja, vindurin, sum blæsir av Skarðinum hvaðani kemur hann, og hvaðani fer hann? Mamma (ættað úr Oyndarfirði) plagdi siga: »Ein so kaldur gjalur stendur oman av Skarðinum í morgun.« Fittligt orð - gjalur, og hon plagdi eisini siga: »Kyldin var so køld í morgun, hann andar úr Skarðinum. Sovorðin skadduvindur í morgun. Skaddan hongur niður yvir Skarðið.« So poetisk, so reint. Hetta er tað. Hetta hulisliga Skarðið kan vera læandi, smílandi, ónt í dundrandi kavaroksstormi, sum huldi stórvarðan á Skarðinum í guvuroki, myrkri og fjalladuni. Skarðið var portrið til ein ókunnugan heim hjá teimum flestu børnunum í Fuglafirði. Sjálvandi var Randi ein av teimum og eisini vit onnur, sum sótu og lýddu á.
Randisa vindur feyk eisini í mannasinninum. So misjavnt og ójavnt.. Sum dagur tín?.. røddin kom úr mjørkanum . .. og skadduvindurin fekk rakdropan at hanga úr nasaklivanum sum ein skyggjandi perla? But Where the wind comes from Nobody knows, men Randi var har. .. og vit vistu hvaðani orðini komu frá. Orðini vóru hennara og okkara.. og tey komu úr mjørkanum - úr sinnunum hjá hesi ljóshærdu, vindbardu gentuni, sum kendi vindin av Skarðinum

If you were a bird, and lived on high,
You´d lean on the wind when the wind came by,
You´d say to the wind when it took you away:
»That´s where I wanted to go to-day!«? (sama yrking)

...og leiðin lá Oman á Sand eftir hesa skygging við vindinum av Skarðinum og orðinum í tínum sálarbjálva varð farið á gátt í Mentanarhúsinum at hoyra Else Waage syngja.
Litirnir í rúminum reyðir og bláir, tað svarta flyglið, tann svartklæddi pianisturin í hvítu skjúrtuni og so yndisrøddin hjá Elsu hildu á fram at kransa kring fjørðin. Eri so minnisveikur, meg minnist ikki hvussu vorðnum kjóla hon var í, hugsi hann var myrkur? men tað var røddin, ið hugtók.

Where am I going? The high roocks call:
»It´s awfull fun to be born at all.«
Where am I going? The ring-doves coo:
»We do have beautiful things to do.«
(úr somu yrking.)

Av Skarðinum í henda sangskála rak ikki upp í ættina, men vindurin av Skarðinum var við og blásti í sinninum í orðum Randisar, har streymur og vindur skikkaðu sær væl í røddini hjá Else Waage.
Elsa stóð í lýggjum loti á gólvinum við síni dramatisku rødd og legði skadduskinið av Skarðinum í hjørtuni, ein úrmælsrødd í reyðum og bláum legði sólrípur á vágna í lítla hjartakamar títt. Vindurin í røddini kallaði á teg og beyð tær at fylgja við í einum sólarglotta, sum feyk eftir Botnsbrúgv, Rossaryggi og endaði uppi á Sløttum. Javnvágin millum ljós og skugga var eins og svarta blekkið á tí hvíta pappírinum. Eyguni, kroppurin, hendurnar, hárið og kjólin flyrraðu í sanglotinum, tey smáu skýggj, tær pinkulítlu ljósseilurnar, ið fóru upp um Slatnabrúgv saman við skugganum, góvu lív til dagin í sanginum hjá Elsu? dagurin, sum byrtist á Skarðinum var settur nú í aldudragið á Sandinum í røddina hjá Elsu?.. sum dagur tín er?

Where am I going? The clouds sail by,
Litle ones, baby ones, over the sky.
Where am I going? The shadows pass,
Litle ones, baby onces, over the grass.
(úr somu yrking)

Elsa, sum hevur røtur á Selatræ, aldi tónan fram úr eini valling, sum var íslendsk, men skerið í røddini nam við ljómin í føroyskum. Eitt dism av ljóði, ið sameindi íslendskt og føroyskt í italienskum, enskum, týskum, svenskum, fronskum, íslendskum og føroyskum. Hetta var eitt kynstur, ið bara longdi um dagin. Ein dugna kvinna bar sangin fram í alføgrum tónum. Yndisliga førkaðu løgini seg um tað grøna grasið, undir mjørkarondina undir Skarðinum í tínum hjarta, so orð og litfagurt sanglag andaðu? when the shadow pass.
Dagurin simraði í undirspælinum hjá knáva klaverleikarinum Giulio Zappa. Elsa og Giulio talaðu sína millum sum hjún upp undir kvøldsetu við eitt búgvið nátturðaborð, har borðbarir bitar angaðu av sangi í tónlist og lótu henda dag í skrúð, sum hoyrir til eina mentanar stevnu. Jú, sum dagur tín er, skal styrki tín verða. Hon var í taluni hjá Randi, í klaverspælinum hjá Giulio Zappa og í røddini hjá Else Waage.