Mentanin alstóran týdning fyri samfelagið

Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum ætlar at byggja á herðarnar á teimum undanfarnu stjórunum. Hann fer at leggja stóran dent á at fáa tiltøk út á bygdirnar eisini. Hann fer at somuleiðis at menna samskiftið og samstarv millum mentanarlívið og vinnulívið. Uppgávan verður so eisini at fáa norðurlenska mentan til Føroya og at fáa føroyska mentan út í heim. Spennandi uppgávur leiggja fyri framman

Nýggjur stjóri




Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm er sera fegin um nýggja starvið og tað stóra álit, sum er víst honum. Hann er í Føroyum í hesum døgum fyri at kunna seg um viðurskiftinini, áðrenn hann tekur við 1. februar. Hann hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir, seinast fyri 20 árum síðani. ?Eg havi altíð havt stóran áhuga og tokka til samfeløgini í útnorði, her ikki minst Føroyar. Tá eg sá lýsingina helt eg tað kundi verið ótrúliga spennandi at søkja.

Niels Halm hevur drúgvar royndir á mentanarøkinum. (Sí faktagreinina.). Hann sær tað sum eina stóra og spennandi uppgávu bæði at kunna vísa fram føroyska mentan í útheiminum og at kunna vísa fram norðurlendska mentan bæði í Norðurlandahúsinum og úti kring landið.

Niels Halm leggur stóran dent á at fáa nøkur av tiltøkunum í Norðurlandahúsinum út um oyggjarnar eisini.

Sum heild koma hansara royndir sum ein praktiskur mentanarformidlari væl við. Hann hevur m.a. havt ábyrgdina av taka stórar verkætlanir í brúk so sum Stórabeltbrúgv og Oyrasundsbrúgv.

Hvat er so styrkin hjá nýggja stjóranum og er tað ein serstøk listagrein, sum hann hellur meira til enn aðrar?: ?Eg havi tikið mær av nógvum praktiskum viðurskiftum, eitt nú staðið fyri bókmentafestivalum og verið managari fyri mangar kendar danskar listarmenn. Eg royni at virka á mongum økjum, so man kann siga, at eg eri ein glaður amatørur á øllum økjum.

Tá hann skal lýsa seg sjálvan, so heldur Niels Halm, at hann metir seg duga væl at skipa "netverk" og fáa fólk at arbeiða saman og at gjøgnumføra verkætlanir.

Hvussu við teimum ungu?

-Tey hava so sanniliga eisini mín stóra áhuga. Sjálvur var eg við til at skipa fyri einum barnateaturfestivali í Sankta Pætursborg fyri nøkrum árum síðani. Eisini havi eg tikið mær av einum barnaprojekti í danska húsinum í París. So eg leggi stóran dent á at arbeiða við og fyri børn og ung.

Niels Halm sær nú fram til at hitta umboð fyri mentanarlívið í Føroyum og ikki minst eisini at kunna ferðast kring oyggjarnar og síggja, hvat fyriferst har. ?Eg haldi tað er sera umráðandi, at Norðurlandahúsið verður ein partur av øllum mentanarumhvørvinum í Føroyum, har tað finst eitt gott samstarv millum ymsu mentarnarfeløgini og stovnarnar.

Niels Halm heldur fyri, at mentanin hevur sera stóran týdning fyri eitt samfelag. Eisini heldur hann, at vit eiga at raðfesta hægri samskiftið og samstarvið millum mentan og vinnulív.

Niels Halm er giftur og eigur ein 15 ára gamlan son. Tey bæði fara so at búgva í Keypmannhavn. Sonurin skal byrja á studentaskúla. Konan Jette fer at vitja so oftani til ber. Hon er konsolentur í LO, har hon arbeiðir við javnstøðu.




Fakta


Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum er dani og eitur Niels Halm. Nevndin fyri húsið hevur einmælt gjørt av at seta hann í starvið frá 1. februar. Tá avloysir hann Helgu Hjörvar, sum staðiliga og væl hevur røkt hetta starvið í fleiri ár.

Niels Halm er 52 ára gamal og hevur til í summar verið leiðari av "Internationalt Kultursekretariat" undir danska mentamálaráðnum. Uppgáva hansara har hevur verið at "nytænke og modernisere strategien for udvekslingen af dansk kunst og kultur med udlandet i samarbejde med det dengang nyoprettede Internationalt Kulturråd".

Niels Halm hevur annars verið virkin á nógvum mentanarøkjum og hevur sera drúgvar royndir í altjóða mentanarsamskifti og hevur sett í gongd fleiri stórar mentanarligar og listarligar verkætlanir og tiltøk. Hann hevur verið Booking- og eventstjóri í mentanarfelagsskapinum ARTE í Keypmannahavn.

Millum fjølbroytta virksemi hansara kann nevnast, at hann hevur verið managari fyri Sebastian, Poul Dissing, Benny Andersen og Wolf Biermann. Í 2002 hevði hann ábyrgdina av mentanarsendingini í sambandi við danska formansskapin í EU, og hann hevði ábyrgdina av altjóða framsýningini í sambandi við 100 ára dagin fyri arkitektin Arne Jacobsen.

Í virki sínum hevur Niels Halm eisini ment góðar royndir í samarbeiðinum millum mentanarlívið, vinnulívið og ferðavinnuna. Í sínum dagliga virki í Internationalt Kultursekretariat hevur hann havt eitt tætt og varandi samstarv við Nordisk Ministerråd og hevur verið limur av stýribólkinum í ráðnum fyri altjóða mentanarsamstarv.

Í tíðindaskrivi sigur nevndin fyri Norðurlandahúsið, at hon sær fram til eitt uppbyggjandi og gott samstarv við Niels Halm um tey mongu fjølbroyttu og listarligu mentanartiltøkini í húsinum.