Merkisdagar

   

Diamantbrúdleyp

Hósdagin 8. oktober hava Frida og Marius Absalonsen, Vági, diamantbrúdleyp. Tey eru heima, og verða at hitta frá kl. 10.00 til kl. 12.00 og frá kl. 16.00 til kl. 19.00.


Silvurbrúdleyp

27. oktober kunnu hjúnini Svenhild og Harald Haraldsen, Hoyvík, halda silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin 31. okt. í Skúlanum í Hoyvík.

Tey, ið ynskja at gleða tey við at koma í silvurbrúdleyp, verða biðin um at siga frá á tlf. 314027 áðrenn 19. okt.


Brúdleyp

Leygardagin 10. okt. giftast í Skotlandi Anfinn Olavson Askildsen úr Tórshavn og Jennifer Bowen úr Wigtown.

Brúdleypsadressan: Co. H. Bowen, Albany Cottage, Duncan Park, Wigtown DG8 9JD Skotland.


Leygardagin 3. oktober verður í Hjerting kirkju hondarbeiðslærari og pedagogur Leila Didriksen vígd elektrikara Per T. Theede, Røddingbakkevej 2.

Brúdleypsadressa: Lintrupkro.