Merkisdagar o.a.

   

Prógv
Leivur Gilli Trónd, Hoydalar, hevur við Erasmus University Rotterdam lokið prógv sum Master in Urban Management sum yvirbygnað omaná Bachelorprógv (B.Sc.) í Human Geography frá Københavns Universitet. Master in Urban Management er prógvið fyri altjóða útbúgvingina Management of the European Metropolitan Region, ið 5 universitet í Evropa samstarva um.

90 ár
Mánadagin 13. november fyllir Hjørdis Háberg 90 ár. Føðingardagurin verður hildin á Parnassinum á Hotel Hafnia frá kl. 16-20.

Hósdagin 16. novembur verður Daniel Peter Næs, eldri, Nes Hvalba, 90 ár. Tey, ið ynskja at gleða Daniel eru vælkomin frá kl. 12.00-17.00.

Brúdleyp
Leygardagin 25. november kl. 13.00 giftast í Haldarsvíkar kirkju Poula Nielsen, Argir, og Jens Eli Jacobsen, Haldarsvík. Døgurði verður fyri innbodnum. Opið hús verður í Róðrarneystinum á Argjum frá kl. 19.30. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, kunnu ringja á tlf. 423228, 423343, 216458 ella 227699, ella við telduposti sol@email.fo, innan 11. november.


Silvurbrúdleyp
Týsdagin 12. desembur hava hjúnini Ann Gullstein og Mikael Dalbø, Syðrugøta, silvurbrúdleyp. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 9. desembur kl. 1900. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 20. novembur á tlf. 222131, 211750, 441750.

Týsdagin 28. novembur kunna Lív og Hans Clementsen Hoyvík halda silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 25 nov. Opið hús verður í Samkomuhúsinum Oasan Kirkjustræti 4 Hoyvík, frá kl. 10 - 16 har øll eru hjartaliga vælkomin.


Gullbrúdleyp
Leygardagin 25. novembur hava Anna og Hans Jacob á Gadd á Nesi gullbrúdleyp. Borðhald verður á Svangaskarði hendan dag kl. 18.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 10. novembur á tlf. 316909 ella 447582.

Leygardagin 25. november hava hjúnini Gudrun og Magnus S. Joensen, Hósvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Hósvík kl. 17.00 við døgurða. Tey, ið vilja gleða okkum við at halda henda dag saman, verða biðin um at siga frá á tlf. 422436 ella 422102 innan 20. november.

2. desember hava hjúnini, Jacoba Selinda og Frede Benjaminsen á Nesi, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin á Svangaskarði sama kvøld. Tey, ið ynskja at gleða gullbrúðarparið á veitsluni á Svangaskarði, mugu
siga frá í seinasta lagi, 24. november á tlf. 447679 ella á 448653.

Leygardagin 16. desember hava hjúnini Nora og Martin Magnussen, Glyvrar gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 16.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at halda henda dag saman, verða biðin um at siga frá á tlf. 447306 ella 217306 og 449920 ella 225993 innan 4. desember.


Gullbrúdleyp
2. des. kunnu hjúnini Mary og Petur Hans Winhter í Skopun halda gullbrúdleyp.
Borðhald verður í Samljóð kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða gull­brúðarparið, kunnu tekna seg á tlf. 361357 ella 213777 innan 20. nov.