FØROYAR-ÍSRAEL
Ísrael verður gestur á Tórsvølli í kvøld. Tað ljóðar kanska sum minni ógvuslig avbjóðing, enn tað hevur verið, tá ið mótstøðuliðini hava verið Frakland, Írland og Sveis, men eingin ivi skal vera um, at Ísrael er greiður favorittur. Tað vísa úrslitini í hesi undankappingini, og tað boðar FIFA styrkislistin eisini frá.
Á FIFA styrkislistanum er Ísrael á 47. plássinum, meðan Føroyar eru nummar 126. Í HM undankappingini hevur føroyski leikluturin verið rættuliga avmarkaður. Føroyar hava fingið eitt stig, sum varð vunnið í 2-2 javnleikinum á Kypros í oktober í fjør. Ísrael er framvegis við í kappingini um at sleppa upp í part í endaspælinum í Týsklandi næsta summar. Teir hava framvegis ikki tapt, men møguleikin er ikki so stórur nú, sum hann hevði havt verið, um teir høvdu megnað meiri enn 1-1, tá ið teir leygardagin høvdu vitjan av Sveis.
Men fyri Føroyar verður talan um ivaleysa stóra mótstøðu. Tað hevði verið fantastiskt, um tað hevði eydnast at skora mál. Tað hava føroyingar ikki gjørt, síðani teir 4. juni á heimavølli taptu 3-1 móti Sveis. Tá javnaði Rógvi Jacobsen til 1-1, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, men tríggjar minuttir seinni svaraði Sveis aftur.
Síðani hava Føroyar tapt 2-0 og 3-0 á heimavølli móti ávikavíst Írlandi og Kypros og so leygardagin 3-0 í Fraklandi.
Farvæl við Henrik
Uppgávan í kvøld verður tann seinasta hjá Henriki Larsen í Føroyum. Ein landsdystur er eftir, áðrenn samstarvið millum hann og FSF heldur uppat. Hann verður í Ísrael í oktober.
Tá ið Henrik Larsen tók við venjarastarvinum, segði hann seg rokna við, at tað fór at bera til at vinna sjey stig í fyrstu EM undankappingini. Tað eydnaðist ikki. Úrtøkan gjørdist eitt stig - 2-2 móti Skotlandi á Svangaskarði. John Petersen, sum tá var ógvuliga væl fyri, skoraði bæði málini, tá ið Føroyar løgdu seg á odda 1-0 og 2-0, og hann hevði møguleika at økja til 3-0, áðrenn Skotlandi svaraði aftur og javnaði til 2-2. So tætt hava Føroyar saman við Henrik Larsen ikki verið fullari úrtøku.
Møguleiki er framvegis fyri í hesi HM undankappingini at røkka sjey stigum, sum Henrik upprunaliga spældi út við, men treytin er so, at úrtøkan verður trý stig móti Ísrael - bæði á heimavølli og útivølli.
Síðsti heimadysturin hjá Henriki Larsen er tann 23., sum hann hevur ábyrgdina av landsliðnum. Fleiri ferðir hevur tað verið nær við og næstan. Skotland í fyrsta undankappingardystinum hjá honum á heimavølli gav góðar vónir, men eisini móti eitt nú Týsklandi vóru avrikini og tepru tapini bæði á útivølli og heimavølli av sovornum slagi, at tað vakti ans kring allan fótbóltsheimin.
Sigrarnir í tíðini hjá Henriki Larsen hava verið fýra. Allir eru vunnir í vinardystum á heimavølli - tveir móti Kasakstan (3-2 og 2-1), ein móti Liktinstein (3-1) og ein móti Malta (3-2).
Merkisvert minni
Føroyar og Ísrael hava eina ferð áður spælt fótbóltslandsdyst. Trettan ár eru liðini síðani 1-1 javnleikin í vinardysti á Svangaskarði. Kári Reynheim legði Føroyar á odda í 35. minutti, og Tal Banin javnaði við frísparki upp um manngarðin í 52. minutti.
Tá mundi Ísrael ikki vera mett stórvegis hægri enn Føroyar. Síðani hava teir ment seg framúr nógv. Eitt nú undir leiðslu av Richard Møller Nielsen, fyrrverandi danska landsliðsvenjaranum, sum eitt skifti hevði ábyrgdina av ísraelska landsliðnum.
Í 1992 sá føroyska liðið soleiðis út: Jens Martin Knudsen - Allan Mørkøre (Óli Johannesen, 69.), Tummas Eli Hansen (Mikkjal Danielsen, 52.), Jóannes Jakobsen, Alvi Justinussen, John Hansen (Jákup Eli Olsen, 65.) - Jan Dam, Jon Johannesen (Øssur Hansen, 63.), Todi Jónsson - Uni Arge, Kári Reynheim (Torbjørn Jensen, 85.).
5. august 1992 spældu fimm føroyingar fyrstu ferð á landsliðnum. Teir vóru Óli Johannesen, TB, John Hansen (Ryan), KÍ, Jákup Eli Olsen, B68, Jon Johannesen, TB, og Uni Arge, HB.
John spældi tríggjar ferðir á landsliðnum, og Jon og Jákup Eli umboðaðu Føroyar tvær ferðir. Uni Arge er skrásettur fyri 37 landsdystir og at hava skorað átta mál, og so er tað Óli Johannesen.
Liðformaðurin nógvu tey seinastu árini, Óli Johannesen, gjørdist ímyndin av landsliðnum. Dysturin móti Ísrael í 1992 var tann 16. altjóða skrásetti landsdysturin. Í kvøld verður 103. altjóða skrásetti landsdysturin á skránni, og tað er ógvuliga merkisvert, at Óli Johannesen í kvøld fer at umboða Føroyar fyri 75. ferð. Óli er fyrsti føroyingurin, sum røkkur 75 landsdystum, og tað er ikki í øllum fótbóltstjóðum, at tað eru spælarar, sum hava umboðað føðilandið so mikið ofta í fótbólti.