Tórshavnar Kvøldskúli skipar saman við Tekniska Skúla í Havn og fyritøkuni við klædnamerkinum Sirri fyri kollveltandi fotoverkætlan. Fotonæmingar hjá Tórshavnar Kvøldskúla hava í vetur tikið myndir av modellum í klæðum frá Sirri á Áarvegi í Havn, og modellini hava fingið sítt hársnið og smyrsl við at lata næmingar á Tekniska Skúla í Havn seta sær hárið og leggja makeup.
- Verkætlanin hjá teimum báðum skúlunum og Sirri hevur verið ein rættiliga spennandi og ótrúliga kreativ roynd, tí modellini hava poserað fyri fotografunum í einum ágangandi, ráum umhvørvi á vestaru bryggju í Havn, har Saltsølan heldur til.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at tað ansvekjandi, eygnarívandi, ráa úrslitið er ein merkisverd harmonisk kontrast, ið hevur verið ein sera væleydnað avbjóðing í verkætlanini hjá skúla og vinnu. Tað pena og reina stendur í hvassari andsøgn við tað gamla, slitna og í støðum lasafarna kaiøkið.
Stigtakararnir siga í tíðindaskrivinum, at endamálið við hesi fotoverkætlan er at menna og hevja tvørfakligt samstarv millum skúlar og vinnulív, her tað kreativa stendur í fremstu røð, og næmingar fáa innlit í, hvat ein slík verkætlan fevnir um í hesum átaki.