Konservativi týski flokkurin CDU og javnaðarflokkurin SPD eru samdir um eina prinsipiella avtalu um at skipa stjórn.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Leiðarin í CDU og møguligi komandi kanslarin í Týsklandi, Friedrich Merz, og Lars Klingbiel, leiðari í SPD-bólkinum í Samveldisdegnum, siga seg hava avgreitt kanningarsamráðingar.
Flokkarnir fara nú undir formligar samráðingar um at skipa stjórnarsamgongu.
Val var til týsda samveldisdagin 23. februar, har Merz var stóri vinnarin av valinum.
CDU fekk saman við bayerska systurflokkinum, CSU, 28,6 prosent av atkvøðunum á valinum.
Hinvegin fingu fráfarandi kanslarin Olaf Scholz og flokkur hansara, SPD, 16,4 prosent av atkvøðunum. Hetta er ringasta valúrslitið í søgu floksins.
Friedrich Merz segði síðani, at hann vil skipa stjórn saman við SPD.
/Ritzau/