Tá Brian Wilson úr Beach Boys vitjar í Danmark, á síni konsertferð kring Evropa, verður upphitingin føroysk. Tað er Messell, ið skal hita áskoðararnar til Beach party. Einasta konsertin í Danmark hjá Brian Wilson verður í Skovdalen í Aalborg í annaðkvøld, og Norður Jútland er økið har Messell hevur gjørt mest um seg seinastu árini. Terji Messell, ið gjørdi vart við seg á føroyska tónleikapallinum við bólkinum Tvass fyrst í nítiárunum, er eisini helvtin av bólkinum Maður:Glotti, men seinnu árini er tað mest sum einstaklingur í verkætlanini Messell, at vit hava kunna uppliva Terja Messell.
Upphitingin fyri Brian Wilson verður onnur framførslan hjá Messell í morgin. Seinnapartin luttekur hann á einum promo tiltakið fyri Nibefestivalin í miðbýnum í Aalborg beint við John Bull Pub.