Messell á Nibe Festivalinum

Helvtin av Maður:Glotti, Messell ger í hesum døgum nógv um seg við nýggjari virtuellari útgávu og videoløgum á heimasíðu síni songsbymessell.com. Men nú váttar hann eisini, at hann skal spæla á tveimum festivalum komandi tíðina, á Way Up North og á Nibe Festivalinum.


Nibe Festivalurin er kendur millum flestu føroyingar, og nógvir føroyskir bólkar hava spælt har seinastu árini. Nevnast kann júst Messell, men eisini Clickhaze, Gestir, Eivør og Høgni Lisberg.
Wayupnorth verður hildin í studentarhúsinum í Aalborg í døgunum 21. og 22. apríl. Her er bert talan um norður jútskar bólkar, ið luttaka. Festivalurin er altíð útseldur og í ár verður einki undantak.