Messi aftur heimsins besti

Lionel Messi er í kvøld kosin heimsins besti fótbóltsleikari í 2011. Tað er triðju ferð á rað, at bóltsnillingurin úr Argentina vinnur heiðurin. Barcelona venjarin, Pep Guardiola, vann heiðurin sum heimsins besti venjari.

 

24-ára gamli Lionel Messi vann heiðurin sum FIFA Ballon d'Or world player of the year frammanfyri Cristiano Ronaldo og liðfelaganum, Xavi. Lionel Messi vann eisini heiðurin í 2009 og 2010. Venjarin hjá Barcelona vann heiðurin sum ársins venjari 2011 frammanfyri Jose Mourinho og Sir Alex Ferguson.

 

Tað er altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, og fótbóltsblaðið, France Football, sum saman skipa fyri.