Lionel Messi og pápi hansara eru ákærdir fyri at hava snýtt sponsku skattamyndugleikarnar fyri 35 milliónir krónur frá 2007 til 2009.
Verjin hjá Lionel Messi royndi at føra fram, at eingin sak var móti Lionel Messi, tí hann hevði ongan kunnleika um svikið, sum faðir hansara, Jorge Messi, hevði framt.
Dómarin var tó ikki sannførdur av verjunum og segði seg vera samdan við ríkisákæranum, at eisini Lionel Messi skuldi ákærast fyri trý føll av skattasviki. Mesta revsing fyri hesa brotsgerð er 22,5 mánaðir fongsulsrevsing.
Lionel Messi og faðirin valdu at rindað sponsku myndugleikunum 37,5 milliónir krónur í endurgjaldi, tá teir vóru ákærdir í 2013.