Messi og Higuaín tryggjaðu Barca og Real sigrar

Barcelona spældi á heimavølli móti Valencia, ið liggur nummar trý. Barcelona vann dystin 3-0 og Lionel Messi skoraði øll trý málini. Støðan var 0-0 til góðir tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá tók Lionel Messi sakina í egnar hendur - ella føtur. Hegnisliga dribblaði hann framvið Valencia verjuni, og einsamallur við málmanninum skoraði hann trygt. Løtu seinni fingu Valencia Maduro útvístan. Hetta er sjeynda dystin á rað, at Valencia fær ein spælara útvístan. Tíggju minuttir fyri tíð økti Messi til 2-0, eftir ein avlevering frá innskifta Thierry Henry. Messi tamdi bóltin og dribblaði enn eina ferð framvið Valencia verjuni og skoraði. Lítla løtu seinni spældi Henry enn eina ferð Messi leysan, ið skoraði til endaliga úrslitið 3-0.

 

Real Madrid var á vitjan hjá Valladolid. Cristiano Ronaldo legði Real Madrid á odda við beinleiðis frísparki, tá ein lítil hálvur tími var spældur. Beint fyri hálvleik økti Gonzalo Higuaín eftir frísparks innlegg. Higuaín gjørdi tað eisini til 3-0, áðrenn Real gjørdi sjálvmál. Higuaín fekk sítt hattrick, tá um miðjan seinna hálvleik skoraði til endaliga úrslitið 4-1.

 

Real Madrid og Barcelona hava bæði 65 stig á ávíkavist fyrsta og øðrum plássi. Málúrtøkan hjá Real er tvey mál betri enn tann hjá Barcelona. Barcelona skal mikukvøldið spæla í Champions League móti Stuttgart á Nou Camp.