Undan dystinum hevði Messi skotið 98 mál, so nú er 23 ára gamli argentinumaðurin komin upp á 101 mál tilsamans.
Lionel Messi er næstyngsti spælarin í La Liga, sum rundar 100 mál. Yngsti leikarin er Raul, sum var 22 ár og 293 dagar, tá hann gjørdi bragdið. Messi er 23 ára og 149 dagar.
Barcelona vann annars útidystin í móti Almeria heili 0-8. Sambært heimasíðuni hjá DR er tað bara hent einaferð áður, at Barcelona hevur vunnið so nógv á útivølli. Tað var í 1959 tá Barcelona hølvaði Las Palmas av.
Men hóast stórsigur og stórspæl frá Messi, er hvørki Barcelona fremst á stigatalvuni ella Messi á toppskjúttalistanum. Real Madrid vann nevniliga 5-1 í móti Athletic Bilbao, har Christiano Ronaldo gjørdi trý mál. Sostatt vunnu teir seg eitt stig framum Barcelona og hava 32 stig fyri 12 dystir, har Ronaldo hevur gjørdi 14 mál, tað vil siga eitt meira enn Messi.
Tað merkir, at bæði liðini við Messi og Ronaldo á odda, eru ógvuliga væl fyri undan El Clasico, sum verður mánakvøldið 29. november, tá Real Madrid vitjar á Camp Nou hjá Barcelona.