Á Varðanum Pelagic á Tvøroyri er so spakuliga gongd komin á meirvirkingina av svartkjafti. Tey hava seinastu tíðina havt góðar vónir til svartkjaftafars, men eru í ár so smátt byrjaðir at skera til flak eisini.
- Í ár er næstan allur svartkjafturin farin til matna, meðan í fjør og fyrraárið fór nærum alt til minkafóður. So tann myndin er fullkomiliga broytt, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic.
Í samstarvi við Petur Larsen í Fuglafirði, hevur Varðin Pelagic arbeitt við eini flakalinju og sambært stjóranum Boga Jacobsen, hevur virkið skorið um 10 prosent av svartkjaftinum til flak í ár.
- Tað gongur væl at skera svartkjaftin til flak, men tað tekur tíð at innstilla maskinurnar rætt. Nú er svartkjaftafiskiskapurin av fyri hesaferð, so tí fáa vit ikki gjørt so nógv við maskinurnar, fyrr enn fiskurin kemur aftur í heyst, sigur hann.
Tað sær spennandi út og tað er heilt víst, at tað eru nógvir møguleikar við svartkjaftinum, sigur Bogi Jacobsen at enda.