Í mesta lagi 92 miljónir krónur

Forstjórin í BankNordik sigur, at nýggja høvuðssætið ikki skal kosta meira enn tað, sum bankin selur hinar bygningarnar hjá sær fyri

Herfyri BankNordik frá, at avtala var gjørd við Arti­con, sum verður høvuðs­arbeiðs­takari, nú farast skal undir at gera nýtt høvuðssæti til bank­an.
Talan er um stóra verk­ætlan, men kortini skal nýggi bygn­ingurin verða klárur at taka í nýtslu longu í 2015, og hetta er eisini orsøkin til, at tal­an er um sonevnda par­ta­lags­avtalu.
- Vit miða eftir at fremja verk­ætlanina óvanliga skjótt, tí vit seldu verandi bygningar til býráðið við treyt um út­flyta­n í fyrra hálvári 2015, og tí er byggitíðin ein avgerandi paramet­ur. Vit miða eftir at flyta inn um hálvtannað ár. Við at innganga í partalag, ber til at framskunda byggitíðina, tí byggifyritøkurnar kunnu fara undir fyrireikingarnar longu nú, áðrenn pro­jekt­er­ing­in er endaliga liðug. Við hesum spara vit fleiri mán­að­ir í byggitíð, sigur Janus Peter­sen forstjóri.
Í samband við al­manna­kunn­gerð­ina av sølu­ni av bygningunum til bý­ráð­ið, boðaði bankin frá, at sølu­uphæddin fyri bygn­ing­ar­nar skal fíggja nýggja bygningin íroknað mvg, og hetta er fram­vegis málið, sigur Janus Peter­sen, sum leggur afturat, at søluprísurin fyri verandi bygningarnar hjá bankanum er 92 miljónir krónur.