Met í umsóknum annað árið á rað

Granskingarráðið hevur fingið 46 umsóknir um stuðul, nú freistin er úti. Hetta er met annað árið á rað. Í 2008 komu 39 umsóknir inn

GRANSKING: Søkt verður um umleið 35 milliónir krónur innan øll seks høvuðsøkini, sum Granskingarráðið flokkar umsókninar eftir.

Tað eru umleið sjey milliónir krónur tøkar í Granskingargrunninum til stuðul í 2009.


- Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Um mánaðarskiftið november-desember fer Granskingarnevndin at taka endaliga støðu til, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum.


Í 2008 søktu 39 umsøkjarar um uml 31 milliónir krónur, av hesum fingu 12 umsóknir stuðul, tilsamans 7.367.000 kr.

Fleiri tíðindir á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum:<a href=http://www.gransking.fo/> www.gransking.fo</a>