Met í vitjanum


Framsýningin Hendur og Hugflog hevur verið árlig hending tey síðstu fimm árini. Hóast talið á framsýnarum er ymiskt, so er talið av teimum, ið vitja, vaksandi og setti í ár met


 

Søluframsýningin Hendur og Hugflog, sum Føroya Heimavirkisfelag og Menningarstovan skipa fyri, er tiltak, har tey, ið virka ymiskt heima, fáa høvi at vísa fram fyri almenninginum.

 

Talið av framsýnarum hevur verið heilt uppi á 90. Framsýningin var í ár fyri fimtu ferð og 45 framsýnarar vístu fram alt frá træ- og silvurlutum, til pløgg, virkað úr føroyskum tilfari. Og mong vitjandi hava óivað ognað sær okkurt til føroyska búnan, nú tað stundar til ólavsøku.

 

 

 

Met

 

Hóast tað er ymiskt, hvussu nógv sýna fram, so er talið av teimum, ið vitja, vaksandi og setti í ár met.

 

Suni Poulsen á Menningarstovuni sigur, at 4.748 fólk vitjaðu Hendur og Hugflog í ár. Hetta er 250 fólk fleiri, enn fyri tveimum árum síðani, ið annars hevði met.

 

Hann metir, at góða veðrið var ein orsøk til metstóru vitjanina, umframt at langur leygardagur var í Havn og nógv folk tí vitja høvuðsstaðin. Mong hava eisini summarfrí. Eisini er løtan, ið Hendur og hugflog er, góð fyri tey vitjandi, um enn minni góð fyri framsýnararnar, ið stákast til ólavsøku og kanska er heldur tvørt at sita og virka ymiskt í besta summarveðri og royna at gerast liðugur til sýningina.

 

Tað hevur verið upp á tal at flyta framsýningina, men løtan er so mikið góð fyri tey vitjandi, at henda ætlan er slept.

 

Suni Poulsen sigur annars, at talið á framsýnarum alla tíðina hevur verið óstøðugt. Vanliga eru eini tveir gestaframsýnarar úr útlondum við og so var eisini í ár.

 

 

 

Bakka út

 

Menningarstovan hevur avgjørt at taka seg aftur sum fyriskipari av Hendur og Hugflog.

 

- Vit sleppa tí tó ikki heilt, men ynskja at bakka út. Men tó ikki so skjótt, at tiltakið dettur niðurfyri. Men vit meta, at tíðin er komin, at vit bakka út. Vit eru ein lítil stovnur og kunnu ikki væl hanga í tí sama ov longi, sigur Suni Poulsen, sum metir, at tiltakið hevur eina framtíð og ikki dettur niðurfyri, nú Menningarstovan spakuliga tekur seg aftur sum fyrireikari.