Meting: Fleyr vísir styrki – ÍF veikleikar

Nú Føroya Tele-deildin hjá monnum er knappliga hálvrunnin, liggur Fleyr heldur óvæntað á odda - eitt stig frammanfyri Mjølnir, sum tó hevur leikt ein dyst minni enn Fleyr. ÍF hevur víst seg at vera veikari enn væntað, verður sagt úr Flogbóltssambandinum

Bjarni Joensen frá SÍ og Mattias Nolsøe Isaksen frá Fleyr í dysti fyri Føroyar

Nú Føroya Tele-deildin hjá monnum er knappliga hálvrunnin, liggur Fleyr heldur óvæntað á odda - eitt stig frammanfyri Mjølnir, sum tó hevur leikt ein dyst minni enn Fleyr. ÍF hevur víst seg at vera veikari enn væntað, verður sagt úr Flogbóltssambandinum.

 

Fleyr

 

Eftir at øll liðini hava spælt annaðhvørt 7 ella 6 dystir, vísir tað seg, at tilgongdin hjá Fleyr av Phil Freere, sum spælandi venjara, hevur kastað væl av sær. Fleyr er nú heldur óvæntað oddalið - eitt stig frammanfyri Mjølnir, sum tó hevur ein dyst til góðar.

 

Fleyr hevur í fleiri ár havt nógvar ungar og sera evnaríkar spælarar sum Niels Niclasen, Mattias Nolsøe Isaksen, Dávið Ryan og aðrar men hevur ikki megnað at fáa eindina at virka eftir vild. Tað kundi verið líkt til, at Phil Freere hevur gjørt mun her.

 

Støðan í Føroya Tele-deildini hjá monnum:

 

Lið - Dystir - Stig

 

1: Fleyr 7 18

 

2: Mjølnir 6 17

 

3: SÍ 6  7

 

4: ÍF 6   6

 

5: Ternan 7  0

 

Mjølnir

 

Mjølnir hevur ikki víst somu sannførandi styrki sum undanfarnu trý árini. Mjølnir hevur fyribils valt ikki at finna annan spælara í staðin fyri Phil Freere, sum í steðginum fór úr Mjølni til Fleyr, men hevur í staðin valt a líta meira á sínar ungu spælarar, og so lata teir royndu Christian Imhoff, Thorvald Danielsen, Jóhan Arna Elisson Wang og Steffan Rosenlund bera tungu byrðurnar.

 

Spennandi verður at fylgja við, um Mjølnir fer at finna sær útlendskan styrk áðrenn evstamark, sum er seinni í kappingarárinum. Luttøkan hjá Mjølni í Nordic Club Championship fyrst í januar 2023 kundi verið hóskandi høvi til slíkan styrk.

 

##med3##

 

 

SÍ hevur helst bjartastu ungu stjørnuna í føroyskum flogbólti, Bjarna Joensen, á sínum liði og umframt tað er liðið nøkulunda óbroytt samanborið við síðsta kappingarár. Hóast hetta hava teir ikki megnað at gjørt seg veruliga galdandi og tikið kappingina upp við Mjølnir og Fleyr á oddanum í kappingini.

 

Tað er eitt sindur ilt at meta um, hvørt SÍ fer at klára seg betur seinni í kappingini, men tað var ein meinbogi fyri liðið, at Mileta Vesovic ikki var tøkur fyrstu dystirnar hjá SÍ. Tað verður tó sera spennandi at fylgja við á flogbóltsleiðini hjá Bjarna Joensen í framtíðini. Her eru uttan iva møguleikar í fleiri sterkum kappingum uttanlands.

 

ÍF

 

ÍF segði í kapppingarsteðginum mest vinnandi venjaranum í føroyskum mansflogbólti – Boban Ilic – farvæl. Ístaðin skuldi ukrainski Oleksandr Dmyttriiev taka yvir sum venjari og sum hevari fyri Áslak Holm, sum er farin til danskan flogbólt. Vegna kríggið í Ukraina er Oleksandr tó nústani komin til ÍF.

 

Av tí at Bjarni Larsen eisini hevur verið skaddur, hevur byrðan hjá Teiti Eliasen, Vukasin Nedeljkovic og unga Philip Ilic verið ov tung til, at ÍF higartil hevur gjørt seg galdandi í kappingini. Sagt verður úr Fuglafirði, at Oleksandr spælir á so høgum stigi, sum higartil ikki er sæð í føroysku kappingini, og tí miðja teir framvegis eftir einum 2. plássi í minsta lagi, og harvið eftir einum finaluplássi.

 

##med2##

 

Ternan

 

Ternan hevur tapt allar sínar dystir 3-0, og landsliðsleikarin Tryggvi á Brekkukletti hevur ikki megnað nærum einsamallur at borið liðið til sigurs í nøkrum av dystunum enn. Ternan hevur tó eitt sera sannførandi ungdómsarbeiði, og fleiri av ungu spælarunum eru nú at síggja á ungu landsliðunum, so væntandi verður ikki leingi, til Ternan fer at geva hinum liðunum meira mótstøðu.

 

Sum støðan er nú, liggja Mjølnir og Fleyr trygt á finaluplássunum um føroyameistaraheitið, men við nýggjum styrki til ÍF verður spennandi at fylgja, um teir megna at vinna nóg mikið av stigum til at vinna seg upp millum Mjølnir og Fleyr, og harvið taka kappingina upp um finaluplássið.

 

Bjarni Joensen frá SÍ og Mattias Nolsøe Isaksen frá Fleyr í dysti fyri Føroyar

Oleksandr Dmyttriiev (t.h), nýggi spælandi venjarin hjá ÍF og Bartal Eliasen

Mølnir avmyndaðir saman við Ternuni eftir dyst, har Mjølnir vann 3-0