Hon kom sum ein bumba. Inntøkumetingin hjá Fíggjarmálaráðnum. Skriftin var greið. Metingarnar í Fíggjarlógaruppskotinum í heyst samsvara ikki við búskaparliga veruleikan í januar mánað 2004. Sammett við Fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 eru inntøkurnar mettar at vera 200 mio. lægri.
Tá eru ætlaðu tiltøkini hjá undanfarnu samgongu ikki tikin við. Avgjøld fyri grønar keks o.a, øktar barsilsinntøkur og økt vinningsbýtið frá almennum partafeløgum skuldu geva 75 mio. krónur eyka í landskassan. Verða tiltøkini rokna við eru sostatt 125 mio. krónur á muni á inntøkumetingini nú og á henni í Fíggjarlógaruppskotinum.
Fyri mong kann tað tykjast løgið, at so stórur munur er á tølunum í heyst og nú við ársbyrjan 2004.
Gjørd í summar
Aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum, Petur Alberg Lamhauge, sigur, at grundarlagið fyri metingunum til Fíggjarlógaruppskotið, er gjørt í summar. Hann rør framundir, at síðan í summar er búskaparliga gongdin versnað, og tí er so stórur munur á tølunum.
- Fyritreytirnar í summar og nú eru ikki tær somu. Fiskaprísirnir á serliga upsa og hýsu er nógv lækkaðir og tað vigar nógv í føroyska búskapinum. Alivinnan er eisini í stórum trupulleikun, sigur aðalstjórin
Hava tit ikki kent kreppuna í alivinnuni síðan 2002?
Jú tað hava vit, men vit vistu ikki at so illa stóð til. Tú mást minnast, at seinasta metingin er frá í summar og síðan er nógv hent. Eitt nú hava fíggingarstovnarnir sett nógv pening av ímóti tapi í alivinnuni, sigur Petur Alberg Lamhauge
Ov bjartskygd
Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, heldur, at metingin hjá Fíggjarmálaráðnum í summar hevur verið ov bjartskygd og kemur tað sum ein bumba, at inntøkumetingarnar ery 125 mio. kronur lægri enn mett í Fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004.
Hann setur spurning við, um Fíggjarmálastýrið ikki átti at spurt seg betur fyri í vinnuni í summar um útlitini.
-Mann hevur vitað av trupulleikunum í alivinnuni leingi. Við at vent seg til okkara kundu Fíggjarmálaráðið fingið nágreinilig tøl fyri støðuna í teimum ymisku vinnunum, sigur Jan Mortensen.