Metnógv fólk í Føroyum

Tann 1. julu búðu 48.940 fólk í Føroyum, og tað er tað mesta nakrantíð. Fólkatalið veksur støðugt í Føroyum og hevur enn einaferð sett met. Tann 1. juli búðu 48.940 fólk her, og so nógv fólk hava ikki búð í Føroyum fyrr, sigur Hagstovan.

Teir tólv mánaðirnar frá 1. juli 2008 til 1. juli 2009 gjørdust vit 293 fleiri fólk í Føroyum, harav burðaravlopið var 261 og nettoflytingin til Føroya var 32 fólk.

Í tali er fólkavøksturin størstur í Suðurstreymoy, meðan størsti lutfalsligi vøksturin var í Koltri har talið av fólki vaks úr tveimum upp í fimm, ið er ein vøkstur uppá 150 prosent.

Annars er fólkatalið vaksið í Viðoy, Eysturoy, Streymoy, Vágoy og Koltri, meðan talið av fólki í hinum oyggjunum fækkast ella stendur í stað. Í talið er størsta minkingin í Suðuroy, har tey fækkaðust við 82 fólkum.