Í hesum døgum gera kvinnur vart við ágang á arbeiðsplássum, nú eitt størri átak er byrjað á sosialu miðlunum. Tað gongur í stuttum út upp á, at kvinnur skriva #metoo og siga soleiðis, at tær eisini hava verið fyri sexsjikanu ella kynsligum ágangi. Hetta er alt í kjalavørinum av, at amerikanski filmsframleiðarin Harvey Weinstein er skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á fleiri kendar kvinnur í Hollywood.
Les: #Metoo -Sexsjikana var partur av gerandisdegnum
Á in.fo hava vit sett okkum í samband við fleiri enn 15 kvinnur, ið hava lutað hashtaggið á Facebook, og gjøgnumgangandi siga tær allar, at tær ikki vilja greiða frá áganginum. Orsøkirnar eru, at tær ikki kenna seg klárar at tosa um ágangin enn, og tær hugsa um, hvørjar avleiðingar tað kann fáa at tosa alment um slíkar hendingar.
– Eg eri glað fyri, at tit varpa ljós á hetta. Nú eru nøkur ár liðin síðani eg var úti fyri ágangi, men eg eri ikki klár til at siga frá tí enn. Eg burdi gjørt tað, men eg tori ikki, sigur ein kvinna, sum in.fo hevur tosað við.
Tað er hugvekjandi at uppliva, at hóast kvinnur siga alment frá á Facebook, at tær hava upplivað hetta, við at luta hashtaggið, so vilja tær ikki siga júst, hvat hent er.
Allar siga tær tó, at tað er umráðandi at varpa ljós á evnið, og tær vóna, at onkur djørv føroysk kvinna vil tosa opið um kynsligan ágang og sexsjikanu í Føroyum. Evnið skal ikki tigast burtur, siga tær.
– Eg haldi, at tað er virðingarvert og eisini tiltrongt, at tit vilja varpa ljós á evnið kynsligan ágang, soleiðis generelt. Men tíverri eri eg ikki til reiðar til persónliga at standa fram fyri øllum Føroya fólki við mínum søgum, sigur ein onnur kvinna.
– Eg eri ikki klár til at tosa um hetta júst nú, og tað hevði verið gott, um tú fekst samband við onkran annan, sum kundi greitt frá síni uppliving. Eg eri skelkað av mær sjálvari, at eg ikki klári at tosa opið um hetta. Serliga nú, tá ljós verður varpað á evnið, og tí eg haldi, at tað er sera umráðandi, at hetta kemur fram, sigur ein triðja.
– Eg var í iva, um eg skuldu luta hashtattigið á Facebook, men eg valdi at gera tað kortini, tí vit eru fleiri, ið hava upplivað kynsligan ágang, og tað skal ikki dyljast, sigur ein onnur kvinna við in.fo.