Metstór tilmelding til Tórshavn Marathon

(Rás2) Hoyr samrøðuna sum var við Hergerð Heldarskarð frá Bragdinum í SportBoxini á Rás2 seinnapartin

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Hergerð Heldarskarð frá Bragdinum um Atlantic Airways Tórshavn Marathon sum verður sunnudagin.

 

Hergerð Heldarskarð greiddi frá, at talan er um mettilmelding, og tey í Bragdinum hava tilmeldingar um, at talið av rennarum kann fara uppum 700. Ikki færri enn 300 útlendingar hava meldað til Atlantic Airways Tórshavn Marathon, og tað fegnast tey í Bragdinum um.

 

Enn er høvið at melda til. Startnummur skulu heintast á Torginum í SMS, leygardagin 2. juni klokkan 12-16 ella á Snarskivuni sunnudagin 3. juni frá klokkan 11:15.

 

Runnið verður bæði fult og hálvt marathon. Eisini ber til at renna 10 ella 5 kilometrar. Styttri teinar eru fyri familjur við børnum sum melda til.

 

Tey hjá Bragdinum vóna, at talan verður um ein sannan veitsludag, har bæði føroyingar og útlendingar fáa eitt minnið fyri lívið.