Mette Frederiksen boðar frá enn fleiri stongslum

Forsætisráðfrúan fer at boða frá partvísum stongsli og siga meira um avmarkingar á jólum, nýggjárinum og veturin.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, fer í morgin at boða frá partvísum stongsli í Keypmannahavn, Odense og Aarhus eins og í fleiri kommunum í høvuðsstaðnum og á Sælandi.

Tað sigur hon í eini video á Facebook í kvøld.

Forsætisráðfrúan fer eisini at siga meira um, hvørjar avmarkingar, ið fara at vera galdandi í øllum landinum á jólum, nýggjárinum og »sum so eisini restina av vetrinum«, sigur hon í videonum.

Sambært Mette Frederiksen fer eisini at vera lutvísur stongsul í nøkrum økjum, tí tað er har, at smittan er meist útbreidd í løtuni.

– Við støði í tilmælum, vit fáa frá myndugleikunum, hava vit um vikuskiftið fyrireikað ein landafrøðiligan, miðvísan og lutvísan stongsul. Tíverri.

– Tað verður galdandi í teimum pørtum av landinum, har smittan er mest útbreidd. Tað fevnir um Keypmannahavn, Odense og Aarhus og fleiri kommunur í høvuðsstaðnum og á Sælandi, sigur hon.

Mette Frederiksen nevnir ikki ítøkiliga, hvørji tiltøk talan verður um.

Men hon sigur, at vit skulu venja okkum við at síggja færri fólk.

– Vit skulu hava betri tamarhald á smittuni, áðrenn tað verður jólaaftan. Tað fer at krevja nógv av okkum øllum.

– Um vit hitta færri fólk, so verður tað tryggari at kunna savnast við okkara nærmastu jólaaftan, sigur Mette Frederiksen og leggur afturat:

– Vit verða noydd at spyrja okkum sjálvi: Skulu vit hittast? Og ikki – hvussu skulu vit hittast?

Fyrr í dag skrivaði eisini heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke á Facebook, at nýggjar avmarkingar eru á veg fleiri staðni í landinum.

– Ferð merkir nakað, tá vit skulu stríðast ímóti smittuni. Økingin, sum var fyri viku síðani í 18 kommunum í og nærindis høvuðsstaðnum, kunnu vit nú staðfest er á veg fleiri staðni.

Heunicke hevur sent boð eftir framsøgufólkunum í heilsumálum at koma á fund í morginári um møguleikan fyri nýggjum tiltøkum. Sambært fleiri miðlum er fundurin klokkan 8:15 danska tíð.

Beint eftir verður ein fundur við borgarstjórar og regiónsformenn í »teimum ávirkaðu økjunum«, skrivar ráðharrin. Hann greiðir ikki nærri frá, hvørji øki talan er um.

Tíðindafundurin verður í Forsætismálaráðnum í morgin fyrrapart. Neyva tíðspumktið er ikki greitt enn.

/ritzau/