Mette breyt reglur hon sjálv setti í verk

- Eg veit væl, at hetta kann henda øllum, men hetta skuldi helst ikki hent mær, og sjálvandi harmist eg, sigur Mette Frederiksen.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, harmast nú eina hending í gjár, sum ein filmsupptøka hevur avdúkað. Hon var nevniliga inni í einum marglætishandli í Keypmannahavn við ongari masku.

 

Hetta hendi, tó at danska stjórnin við Mette Frederiksen á odda longu fyri nøkrum døgum síðan setti almenninginum krav um at brúka masku í almennari ferðslu og í handlum í ávísum regiónum.

 

Men, fríggjadagin - ella fimm dagar eftir, at nýggju reglurnar gjørdust galdandi - varð avdúkað við filmsupptøku, at Mette Frederiksen ikki sjálv aktaði avmarkingarnar, hon hevur sett í verk.

 

Hon var inni í klædnahandlinum Thi Thao, sum sambært danska blaðnum BT selur marglætismóta, tá tað varð avdúkað, at hon ikki var í masku, eins og nýggju reglurnar siga.

 

Danska Ekstra Blaðið vísti filmsbrot í morgun, og sambært heimasíðuni vórðu upptøkurnar gjørdar um 15-tíðina í gjár.

 

Stutt eftir avdúkingina, harmaðist Mette Frederiksen í einum uppslagi á Facebook hendingina og sigur, at hon gloymdi maskuna.

 

- Eg veit væl, at hetta kann henda øllum, men hetta skuldi helst ikki hent mær. Sjálvandi harmist eg, og eg vil enn einaferð takka øllum fyri tað, sum gjørt verður fyri at halda smittuni niðri, skrivar hon.

 

Brúkar tú ikki masku í eitt nú einum handli í Keypmannahavn, kanst tú sambært reglunum fáa eina bót á 2.500 krónur, og tað er í fyrsta lagi ábyrgdin hjá handlinum at fremja galdandi reglur í verki.

 

Ekstra Blaðið hevur vent sær til handilin Thi Thao, men tey vilja ikki gera viðmerkingar til málið.

 

##med2##