Mette Frederiksen hevur latið uppsøgn sína inn

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, hevur latið Fríðriki kongi uppsøgnina hjá stjórnini

Mette Fredekisen, forsætisráðfrú, hevur verið hjá kongi við uppsøgnini hjá stjórnini Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Danska stjónrin hevur mist meirilutan í Fólkatinginum væl og virðilig, og nú hevur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, latið Fríðriki kongi uppsøgnina hjá stjórnini.

 

Tað merkir tó ikki, at hon ikki ætlar sær at halda fram sum forsætisráðfrú.

 

Enn er ógreitt, hvønn veg tað ber. Men ymiskt bendir á, at Mette Frederiksen fær uppgávuna frá kongi at skipa nýggja stjórn.

 

Javnaðarflokkurin gjørdist størsti flokkum, men hvørki sitandi stjórn ella reyði vongur hava meiriluta í Fólkatinginum, heldur ikki saman við føroyskum og grønlendskum fólkatingslimum.

 

Blái vongur hevur heldur ikki meiriluta, men saman við teimum 14 tingfólkunum hjá Lars Løkke Rasmussen og Moderaturnum, so hava báðir veingir meiriluta. Roknað verður tó við, at stjórn verður skipað um miðjuna, men greitt er ikki enn, um tað verður ein mið-høgrastjórn við Troels Lund Poulsen sum forsætisráðharra ella ein mið-vinstra stjórn við Metta Frederiksen sum forsætisráðfrú.

 

Bíðað verður í spenningi í Danmark, har formansumfar verður um eina løtu í Publisitklubbanum.

 

Mette Fredekisen, forsætisráðfrú, hevur verið hjá kongi við uppsøgnini hjá stjórnini Martin Sylvest/Ritzau Scanpix