Mette Kathrine Jensen fer at sína fram kynstur á harmoniku í Tórskjallaranum komandi fríggjakvøld Tað verður ein heldur øðrvísi konsert, ið Havnar Jazzfelag
skipar fyri í Tórskjallaranum fríggjakvøldið 16. Jan.
Tá fer ein vælkend donsk kvinna, at sýna síni kynstur á Harmoniku.
Mette Kathrine Jensen eitur kvinnan, íð kann taka sjálvt teir mest garvaðu mannligu Harmoniku -snillingarnar av ræði, og er tað ikki so løgið, tí heilt frá tí, at hon var trý ára gomul, hevur hon verði sera aktiv innan fólkatónleik og dans í Danmark.
Í 2001 var tó ivaleyst árið, har hon fekk størri avbjóðing. Tá beyðst henni upptøku á ?Konservatorium? í Odense
á breytini innan fólkatónleik, har tann framúrskarandi
Karl Erik Lundgård gjørdist hennara høvðuslærari.
Enn eru tey enn tengd at hvør øðrum, millum annað í bólkinum ?Lang Linken?.
Men fríggjakvøldið verða tað Ívar Bærensen
og Kristian Blak, ið spæla saman við Mettu.
Konsertin byrjar KL: 22.00.
Mette hevur givið fleiri fløgur út, og meira um bæði fløgur og Mettu, kann lesast á: