Mette og løgmaður tosaðu um Huawei-málið

Ein nevnd skal í framtíðini viðgera uttanríkis- og trygdaravbjóðingar og ósemjur í ríkinum

Til ríkisfundin í gjár tosaðu løgmaður og Mette Frederiksen um kritiska infrakervið hjá føroyingum - við serligum atliti til Huawei-málið. Danir vilja hava, at Føroyar fáa eina lóggávu, sum kann forða fyri, at føroyskir televeitarar keypa útgerð frá kinesiska Huawei, tí man stúrir fyri, at hetta er ein hóttan móti trygdini.

 

Hetta skrivar Altinget í grein í dag, har Arktis-redaktørurin lýsir støðuna sum eitt intenst stríð millum føroysku og donsku stjórnina.

 

Tí í Føroyum er mótstøða fyri, at danir leggja seg upp í føroyskan teleinfrastrukturpolitikk, sum er eitt heimtikið málsøkið.

 

– Øll vita, at tað, sum einaferð var infrastrukturur og tøkni, í dag eisini er uttanríkis- og trygdarpolitikkur, segði Mette Frederiksen á tíðindafundi eftir ríkisfundin, sambært Altinget, og hon segði eisini, at hetta kjakið fer at halda fram, tá partarnir eru komnir ásamt eina semju, sum allir partar kunnu kenna seg aftur í.

 

Fyri at finna ein felags leist millum teir tríggjar ríkispartarnar verður ein nevnd tí sett á stovn, sum umfatar ráðharrar og embætisfólk úr Føroyum, Danmark og Grønlandi. Í hesari nevndini verða uttanríkis- og trygdarmál viðgjørd.