MFS-kalendarin, ið er fyri skúlaárið 1999 - 2000, er eins og undanfarin ár, ein av vælumtóktu Mayland kalendarunum. Ein dagur er á hvørjari síðu, og harafturat eru upplýsingar um MFS, Føroyahúsið og Føroysku Ráðgevingina, lýsingar, tímatalva og annað at finna í kalendaranum.
Meginfelag Føroyska Studenta hevur sent øllum limum sínum eitt eintak av kalendaranum. Hann var so mikið væl umtóktur í fjør, at MFS ikki ivaðist í, at framleiða slíkar kalendarar aftur í ár. Ætlanin er, at MFS kalendarin skal vera eitt afturvendandi tiltak. Eisini skal hann gerast meira áhugaverdur og umfatandi ár undan ári, verður sagt av MFS-skrivstovuni í Keypmannahavn.