MG 4 Electric Luxury - nýggjur og spennandi elbilur 

- Her hjá okkum verður MG 4 bert seldur í Luxury útgávuni, sum er ein sera væl útgjørdur bilur, siga tey hjá Bilrøkt.

 

Kinesisku MG koma nú við enn einum nýggjum modelli á føroyska marknaðin. Talan er um elbilin MG4 Electric, sum er ein av nýggju og spennandi elbilunum á marknaðinum. 

 

MG4 er ein elegantur hatchback við fimm sitiplássum. Hann hevur 64 kWh battarí, er kvikur og koyrir upp til 435 km við eini løðing. 

 

Sum á flestu elbilum er battaríið í botninum á bilinum, og hetta gevur sera góðir og stabilar koyrieginleikar. Eisini er bilurin væl ljódoyvdur, og lítið hoyrist til hjólini undir koyring.

 

Stóra aksilfrástøðan ger, at sera gott pláss er í kabinuni, sum er rúmlig við góðum plássi, bæði framman og aftan. Viðførisrúmið er 363 litrar - og 1.177 litrar við baksetrunum niðri. 

 

Instrumentborðið er smart og lætt at avlesa og virkar væl, eisini skíggin í miðjuni er lættur at avlesa hjá bilføraranum.

 

##med2##

 

Her hjá okkum verður MG 4 bert seldur í Luxury útgávuni, sum er ein sera væl útgjørdur bilur og hevur eitt nú adaptivan fartpilot, tráðleysa telefonuppløðing, klimaanlegg, talgilt instrumentborð eins og trygdarútgerð sum t.d. automatiska neyðbremsu og blindvinkulávaring. 

 

Standarútgerðin er sera umfatandi við eitt nú fartpiloti, vognbana-assistenti, neyðbremsu, bakkikamera og øllum innbygdum trygdarskipanum. 

Eins og vit kenna tað frá Kia, hevur MG eisini 7-ára garanti ella 150.000 kilometrar.

MG 4 Electric Luxury hevur ein tilboðsprís á 365.000 krónur við mvg og 295.000 krónur eftir mvg afturbering. 

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Bilrøkt.

 

##med3##

 

##med4##