Miðaloddsini upp á sigur til ÍF á KÍ eru heili 23,14

Her eru oddsini upp á dystin millum KÍ og ÍF, ið byrjar við Djúpumýru í Klaksvík í morgin klokkan 15

Í morgin kann KÍ staðfesta 21 FM-heitið í søgu felagsins. Hetta ger KÍ við at vinna á ÍF í dystinum, ið byrjar við Djúpumýru í Klaksvík í morgin klokkan 15, og um B36 samstundis ikki vinnur á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

11 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum KÍ og ÍF, og sambært oddsunum hevur ÍF nærum ongan møguleika at vinna á KÍ í morgin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ eru bara 1,03.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til ÍF eru heili 23,14

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt gott úrslit hjá ÍF eru 13,42.

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##