Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun stívliga 152 tons av fiski fyri góðar 2,3 miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 15,34 krónur fyri kilo.
Fiskasløgini á marknaðinum í morgun vóru serliga toskur, hýsa, upsi, svartkalvi, reyðsprøka, havtaska, kongafiskur og blálonga.
Nógv mest var av toski og hýsu, harav størstu einstøku nøgdirnar vóru toskur 3 og hýsa 2, sløk 30 tons av hvørjum fiskaslagi.
Miðprísurin fyri tosk 1, 2 og 3 lá millum 23,28 og 18,62 krónur fyri kilo, og miðalprísurin fyri hýsu 1, 2 og 3 lá millum 13,61 og 11,27 krónur fyri kilo.
Miðalprísurin á upsa 3 og 4, sum mest var av, var ávikavist 7,53 og 5,02 krónur fyri kilo. Fiskasløgini, sum serliga lyftu undir samanlagda miðalprísin á søluni í morgun, vóru svartkalvi, havtaska og tunga.
Miðalprísurin á svartkalva var 31,33 krónur fyri kilo, havtaska lá millum 20,95 og 29,16 krónur fyri kilo - og miðalprísurin á tungu var 18,75 krónur fyri kilo.